Skip to main navigation Skip to search Skip to main content

Primary production on the Faroe Shelf
: Spatial and temporal variations with links to hydrography

Student thesis: Doctoral Thesis

Abstract

Føroyskur samandráttur
(Faroese summary)
Føroyski landgrunnurin hevur stóran týdning fyri føroysku fiskivinnuna, og ynskiligt er at skilja samansettu vistskipanina á Landgrunninum væl. Gróðurin í sjónum er grundarlagið undir allari føðiketuni, og leingi hevur verið greitt, at munir í gróðri frá ári til annað síggjast aftur í t.d. tilgongd av fiski og sjófugli. Endamálið við hesi verkætlan var at fáa betri kunnleika um gróðurin á Landgrunninum. Mátingar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu 20 árini, eru gagnýttar saman við dátum frá háupploysiligum havmodelli av føroyska landgrunninum, altjóða veðurlagsmodellum og mátingum frá fylgisveinum. Úrslitini frá verkætlanini geva eina betri heildarfatan av, hvussu broytingar í havi og atmosferu ávirka gróðurin, og hvussu gróðurin á Landgrunninum er tengdur at árstíð, staði, útskifting og tøðevnum. Úrslitini siga eisini nakað um útbreiðsluna av djóraæti, og tískil eisini hvar ymisk fiskasløg gýta og halda til.
Høvuðsúrslit
Árstíðargongdin hjá gróðrinum er í høvuðsheitum hendan: Í mars-apríl, (Mynd 5a-b á síðu 18) er lítið av gróðri; tó er mest gróður á innaru leiðunum og næstan ongin gróður longri útiá. Útskifting og avmarkað ljós tálma gróðrinum inni við land um hetta mundið. Gróðurin á ytru leiðunum er treytaður av lagbýti, sum íkemur, tá atmosferan byrjar at hita sjógvin um várið. Vanliga gerast økir, har botndýpi er størri enn umleið 100 m, lagbýtt í mai, og um somu tíð kemur gongd á gróðurin inni við land (Mynd 5c á síðu 18). Eftir at rættulig gongd er komin á gróðurin á innaru leiðunum, er skjótt at tøðevnistrot, serliga trot av silikati, gerst avmarkandi fyri gróðurin. Hetta hendir ofta í juni og varir restina av sumrinum (Mynd 5d-f á síðu 18). Um hesa tíðina er mesti gróðurin longri úti, og blanding við niðaru løgini longri úti tilførir tá nýggj tøðevni bæði uppeftir og inneftir. Út frá fylgisveinamátingum ber til at býta Landgrunnin upp í trý økir við sereyðkennum hvat gróðri viðvíkur: Gróðurin á Innara Landgrunninum (grátt á Mynd 6 á síðu 19) fylgir í stóran mun gongdini í Skopunarfirði, sum verður mátað við Lívfiskastøðina í Skopun. Í miðal tekur gróðurin her veruliga dik á seg í mai, men gerst ofta tøðevnisavmarkaður út á summarið. Ytri Landgrunnurin (ljósareytt á Mynd 6 á síðu 19) gerst í miðal lagbýttur í mai, og gongd kemur á gróðurin eftir hetta. Gjøgnum alt summarið eru nøgdirnar av plantuæti í ovaru løgunum á Ytra Landgrunninum høgar. Nógv blanding gjøgnum sjóvarfalsfrontin førir nýggj tøðevni upp til vatnskorpuna, soleiðis at gróðurin kann halda á alt summarið. Økið millum Vágoynna og Skeiva Banka er serliga ríkt í plantuæti (reytt á Mynd 6 á síðu 19). Ikki er heilt greitt, hví hetta økið hevur nógvan gróður, men møguliga er tað eitt gagnligt býti millum blanding og lagbýti, sum skapar eitt tøðevnisríkt og harvið gróðraríkt umhvørvi. Eystaru Bankarnir (grønt á Mynd 6 á síðu 19) blóma ofta tíðliga um várið, men hava lítið av plantuæti gjøgnum summarið. Økið er nakað djypri enn restin av Landgrunninum og kann tí lagbýtast og harvið blóma tíðliga. Sama lagbýti gerst sera sterkt um summarið og tískil avmarkast uppblanding av tøðevnum um hetta mundið. Gróðurin og hægri lið í føðiketuni Kanningarnar vísa, at nøgdin av smáum djóraæti er tengd at gróðrinum á Innara Landgrunninum, meðan sama samband ikki varð funnið fyri størri djóraæti. Greiningin av økjum hevur týdning, tá ferðing og gýting hjá fiski verður kannað. T.d. vísa kanningar av upsamagum, at upsi fiskaður um summarið á Innara Landgrunninum inniheldur mest hvítingsbróður, meðan upsi fiskaður um summarið á Ytra Landgrunninum og á Eystaru Bankunum í størri mun hevur etið svartkjaft. Eisini er væl kent, at upsi gýtir, og at norðhavssildin í trýssunum plagdi at gýta á Eystaru Bankunum. Hesi bæði fiskasløgini gýta ein til tveir mánaðir fyrr enn toskur og hýsa, sum gýta nærri landi. Hetta, at gróður byrjar tíðliga í eystara økinum, er ivaleyst ein av orsøkunum til, at upsi gýtir og norðhavssild gýtti har.
Date of Award26 Aug 2017
Original languageEnglish
Awarding Institution
  • University of the Faroe Islands
SupervisorKarin Margretha Húsgarð Larsen (Supervisor), Bogi Hansen (Supervisor), Hjálmar Hátun (Supervisor) & Till Andreas Soya Rasmussen (Supervisor)

Cite this

'