Abstract
Verandi stovnsmetingar av botnfiskastovnunum verða vanliga gjørdar við einum roknihátti ið kallast VPA (Virtual Population Analysis). Við hesum rokniháttinum ber tað tíverri ofta ikki so væl til at meta um teir nýggjastu árgangirnar. Metingarnar eru har umframt bundnar av upplýsingum um veiðunøgdir og veiðiorku, men ymiskar avmarkingar av fiskiskapinum og onnur viðurskifti kunnu gera, at hetta hagtalstilfarið ikki nøktar tørvin. Tí varð í 1982 farið undir yvirlitstrolingar við Magnusi Heinasyni. Hesar geva upplýsingar um stovnarnar, sum ikki eru bundnir av veiðihagtalsskipanum og kunnu umframt geva vitan um teir nýggjastu árgangirnar eisini. Tær verða mettar at kunna verða eitt gott ískoyti til núverandi stovnsmetingarhátt. Kanningarnar verða gjørdar á hvørjum ári í februar og mars mánað. Greitt verður frá framferðarhátti, og nøkur fyribilsúrslit fyri tosk og hýsu verða løgd fram. Niðurstøðan er, at enn hava vit úrslit fyri ov fá ár, men fyribilsútrokningarnar geva tó ábendingar um, at kanningarnar eru á leið.
| Original language | Faroese |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Number of pages | 12 |
| Place of Publication | Tórshavn |
| Volume | 4 |
| Publication status | Published - 1987 |
| Externally published | Yes |
Publication series
| Name | Fiskirannsóknir |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Volume | 4 |
UN SDGs
This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)
-
SDG 12 Responsible Consumption and Production
-
SDG 14 Life Below Water
Cite this
- APA
- Author
- BIBTEX
- Harvard
- Standard
- RIS
- Vancouver