Vinnulívið í Suðuroynni í 2006

Dennis Holm, Bogi Mortensen

Research output: Working paper

Abstract

Hetta arbeiðsritið setur fokus á vinnuligu støðuna í Suðuroynni og gongdina hjá
vinnulívinum í hesum partinum av landinum árini 2002 til 2005. Tað eru fleiri orsøkir til, at ein lýsing av hesum slagi er áhugaverd. Fyrst og fremst gevur ein vinnulig lýsing av Suðuroynni eina mynd av, hvussu støðan á vinnuligu síðuni er í oynni. Ein lýsing av hesum slagi gevur eisini eina mynd av, hvussu tað hevur gingist vinnulívinum í Suðuroynni tey seinastu árini. Ein slík lýsing er eisini ein týdningarmikil partur av metingunum um, hvørjar tær sterku og veiku síðurnar í vinnuligum høpi eru í Suðuroynni – og hvørjir vinnuligir møguleikar og hvørjar hóttanir eru hjá vinnulívinum í hesum partinum av landinum
Original languageFaroese
Place of PublicationFaroe Islands
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmennning
Pages1-60
Number of pages60
Volume14
ISBN (Print)99918-60-09-6
Publication statusPublished - 2007

Publication series

NameArbeiðsrit / Working paper
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Volume14

Keywords

  • Faroe Islands
  • Suðuroy
  • 2006
  • industry

Cite this