Abstract
Koltvíilta frá bilum og aðrari brenning fer óivað at broyta veðurlagið í komandi tíðum. Jørðin fer at hitna, tó ógreitt er enn, hvussu stór upphitingin verður. Økt flóð fer at floyma yvir stór øki við láglendi fram við sjávarmálan, og vaksandi turkur fer at ávirka matvøruframleiðsluna í stórum pørtum av heiminum. Stjórnir um allan heim eru farnar at taka hóttanina um veðurlagsbroytingar í álvara; men enn tykist vera lítil hugur at seta tiltøk í verk, sum veruliga muna. Høvuðsgrundin til tess er, at tó at serfrøðingar mest sum allir meta, at broytingar fara at koma, so eru teir ósamdir um, hvussu stórar broytingarnar verða. Orsøkin er ókunnleiki til ymisk viðurskifti, og eitt av týdningarmestu ivamálunum er havið. Vit vita ov lítið um, hvussu havið virkar inn á veðurlagið, og hvussu tað sjálvt fer at broytast við veðurlagnum. Tí verða stórar millumtjóða kanningarætlanir av havinum settar í verk, og millum tey øki, sum hava mestan áhuga, eru havleiðirnar kring okkum.
| Original language | Faroese |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Number of pages | 34 |
| Place of Publication | Tórshavn |
| Volume | 7 |
| Publication status | Published - 1991 |
Publication series
| Name | Fiskirannsóknir |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroese Marine Research Institute |
| Volume | 7 |
UN SDGs
This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)
-
SDG 13 Climate Action
Cite this
- APA
- Author
- BIBTEX
- Harvard
- Standard
- RIS
- Vancouver