Toskur og makrelur í vistskapanarligum meldri

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

Abstract

Hesi seinastu árini hevur støðan hjá botnfiski, serliga toski og hýsu, verið ring, men fyri uppsjóvarfisk hevur søgan verið tann øvuta. Í almenna kjakinum hava røddir tí róð fram undir, at makrelur hevur etið allan yngulin hjá botnfiski, sum tí hevur ilt við at koma fyri seg aftur. Í hesi greinini viðgeri eg henda spurning við støði í kanningum, sum Havstovan og onnur hava gjørt um somu viðurskifti. Greinin lýsir í fyrsta lagi ta stóru óvissu, sum er um samanspælið í vistskipanini í havinum, og at neyðugt tí er við støðugum kanningum í framtíðini. Í øðrum lagi komi eg til ta niðurstøðu, at støddin á til dømis toskastovninum er avgerandi fyri tilgongdina, sjálvt tá náttúruviðurskiftini tala fyri eini natúrligari minking.
Original languageFaroese
Pages6-11
Number of pages6
Specialist publicationSjóvarmál
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Publication statusPublished - 2014

Cite this