Toskur og hýsa á innaru leiðum: Frágreiðing til „Fiskivinnuroyndir“

Petur Steingrund, Sigvald Kristiansen

Research output: Other contribution

7 Downloads (Pure)

Abstract

Eitt samstarv millum útróðarmenn og Havstovuna um at kanna stødd á línuveiddum toski og línuveiddari hýsu á innaru leiðum í 2012 er lýst í hesi frágreiðing. Toskur var javnt smáur í økinum nær landi og stórtfallandi toskur fekst ikki fyrr enn á 150-200 metra dýpi. Tó var toskurin næst landi eitt vet størri í miðal enn beint uttanfyri. Hinvegin var tann størsta hýsan fingin nær landi. Hesi úrslit eru umrødd í mun til friðingarnar av smáfiskaleiðum nær landi. Úrslitini skulu takast við einum ávísum fyrivarni, tí samstarvið varar væntandi til á sumri 2013, og tá verður taltilfarið væntandi dupult so stórt sum í hesi frágreiðing.
Original languageFaroese
TypeHavstovan Technical Report
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages20
Place of PublicationTórshavn
Edition04
Volume13
Publication statusPublished - Mar 2013

Publication series

NameHavstovan Technical Reports

Cite this