Activities per year
Abstract
Frelsari heimsins verður føddur ...
Á eini uml. 2000 ára gamlari grikskari áskrift í Lítlaasia, sum m.a. snýr seg um føðingardagin hjá einum stórmenni frá fornøldini, sæst, at orðið „evangelia“, t.e. góð tíðindi, verður brúkt um hetta stórmenni. Samstundis upplýsir áskriftin lesaran um „føðingardagin hjá gudinum“. Hesin gudurin verður harumframt sagdur at vera „Frelsarin hjá allari mannaættini“. Hendan áskrift frá samtíðini er reist, meðan maðurin, sum hon snýr seg um, enn var á lívi.
Um føðingina hjá hesum sama stórmenni upplýsir ein nakað seinni høvundur, at drongurin skuldi „ráða yvir øllum heiminum“, og at „tekin“, sum fyriboðaðu føðing hansara, frammanundan høvdu víst seg fyri fólki. Sami høvundur upplýsir, at móðurin var guddómliga gitin, og at sonurin, sum hon føddi 9 mánaðir seinni, var hildin at vera Guds sonur. Faðirin „droymdi ... at sonur hansara vísti seg fyri honum í einum meira hábornum skapi enn tí hjá deyðiligum manni ... við guddómligum innsigli“ Tá fyriboðanin um, at „kongurin“ skuldi føðast, hoyrdist millum tey ráðandi, varð avgjørt, at gera av við øll dreingjabørn, sum vóru fødd hetta árið.
Hetta barnið, sum sipað verður til, er .... Augustus (62 f.Kr.-14 e.Kr.), áskriftin er frá uml. 10 f.Kr., og tann seinni rithøvundurin er tann rómverski søguskrivarin Suetonius (69-130 e.Kr.). Hetta er bara eitt av nógvum dømum. Tílíkar føði- og barndómssøgur vóru heilt vanligar í fornøldini, men eingin søgufrøðingur tekur tær fyri annað enn tað, tær eru – mytologi. Líknandi søgur frá fornøldini eru um t.d. Alexandur tann Stóra, og tað verður mett fyri vist, at tá Markus byrjar sítt evangeliið við orðunum, „Upphavið til gleðiboðskapin („evangelia“) um Jesus Krist, Guðs son“ (Mark 1:1), so er hann týðiliga ávirkaður av líknandi fornum søgum.
Tað er m.a. í hesum høpi, at vit noyðast at meta um søguliga trúvirðið í báðum føðisøgunum um Jesus, ið eru festar á blað uml. 80 ár eftir føðing hansara.

Translated title of the contribution | The First Christmas: An historical-critical treatment of the birthstories of Jesus |
---|---|
Original language | Faroese |
Place of Publication | Tórshavn |
Publisher | Fróðskapur |
Number of pages | 344 |
Edition | 1 |
ISBN (Print) | 978-99918-65-47-8 |
Publication status | Published - 2012 |
Keywords
- History
- Biblical events
- Birth of Jesus
- Historical facts
- Credibility
Fingerprint
Dive into the research topics of 'The First Christmas: An historical-critical treatment of the birthstories of Jesus'. Together they form a unique fingerprint.Activities
- 2 Oral presentation
-
Eitt barn er føtt í … Nasaret? (A child is born in … Nazareth?)
Sølvará, H. A. (Speaker)
7 Mar 2013Activity: Talk or presentation › Oral presentation
-
Eitt barn er føtt í … Nasaret? (A child is born in … Nazareth?)
Sølvará, H. A. (Speaker)
19 Jan 2013Activity: Talk or presentation › Oral presentation