Tann seinasti deyðadómurin í Føroyum 1-2

Translated title of the contribution: The last death penalty sentence in the Faroe Islands

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

176 Downloads (Pure)

Abstract

Í Saga Norðuroya sigur Kristian Osvald Viderø frá eini morðroynd í Svínoy miðskeiðis í 1800-talinum. Viderø upplýsir, at Sigga Ólavsdóttir og Mikkjal Jóhannesarson úr Svínoy, sum vórðu gift við ávikavist Skálta-Póli og Onnu Jóansdóttir, skuldu havt roynt at gera av við sínar hjúnafelagar. Grundin var, at tey høvdu fingið hug á hvørjum øðrum og vildu sleppa at liva saman. Mikkjal skuldi havt verið í Havn og hevði fingið hendur á eituri, sum hann gav Siggu burturav. Viderø nevnir einki beinleiðis um dóm, men hann veit tó at siga frá, at Mikkjal Jóhannesarson, Sunda-Mikkjal, varð sendur til Danmarkar at sita í fongsli og ongantíð kom aftur til Føroya. Sigga Ólavsdóttir var hinvegin sambært Viderø ósek í skuldsetingunum um morðroynd, slapp undan dómi og kom aftur til Føroya. Í hesi grein skal vera hugt eitt sindur aftur um hesa søguna hjá Viderø.
Translated title of the contributionThe last death penalty sentence in the Faroe Islands
Original languageFaroese
Number of pages9
Volume2008
Specialist publicationDimmalætting
PublisherDimmalætting
Publication statusPublished - 20 May 2008

Keywords

  • death penalty
  • history
  • Faroe Islands

Fingerprint

Dive into the research topics of 'The last death penalty sentence in the Faroe Islands'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this