Tøðevni og gróðrarlíkindi hjá plantuæti

Eilif Gaard, Marita Poulsen

Research output: Other contribution

1 Downloads (Pure)

Abstract

Gróðrarlíkindi í Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum norðan fyri Streymin eru kannað, og mátingar eru gjørdar av, hvønn týdning hydrografisk viðurskifti og nøgdir av tøðevnum hava fyri gróðurin um summarið. Av tí at tann sjógvurin, sum rekur inn í okkara firðir og sund, hevur nógv av tøðevnum í sær, er gróðurin vanliga stórur. Meginpartin av sumrunum er nitrogen tó avmarkandi fyri gróðurin í brakkvatnslagnum, sum vanliga røkkur niður á umleið 10-12 metra dýpi, og ein leiðing av nitrogen-tøðevnum frá landi elvir í hesum tíðarskeiðunum til øktan gróður í hesum lagnum.

Sundalagið norðan fyri Streymin er tað av teimum kannaðu økjunum, sum náttúrliga hevur tann mesta gróðurin. Leiðing av tøðsøltum frá landi økir tó meira um gróðurin í Skálafirði enn í Sundalagnum og Kaldbaksfirði. Viðvíkjandi uppblómingum av eitrandi algum, verður mett, at vandin er størri í Skálafirði enn í hinum báðum økjunum.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages34
Place of PublicationTórshavn
Volume6
Publication statusPublished - 1990

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume6

Cite this