Táknutrøll í toski

Dánjal-Petur Højgaard

Research output: Other contribution

Abstract

Í 1988-89 vórðu tilsamans 97 toskar av føroysku landleiðini norðanfyri kannaðir fyri sníkin táknutrøll, Lernaeocera branchialis. Títtleikin var 54-89% fyri ymisk sýni. Tøl, ið nýliga eru komin undan kavi frá kanningum í 1987 av 50 toskum vestan fyri Suðuroynna og 52 toskum á Føroyabanka, sýndu ávikavist 18% og 1,9% títtleika. Vegna tørvandi hagtøl er ikki gjørligt at siga, um munur er millum tosk sunnanfyri og norðanfyri, ella um ein vøkstur er farin fram frá 1987 til 1989. Rátt verður til fleiri kanningar av táknutrølli í toski av øllum føroyskum havleiðum. Av tí at táknutrøll kann hava deyðiligt árin á ungfisk, verður skotið upp at hava henda sník í huga, tá ið metingar av deyðatali verða gjørdar fyri toskastovnin í framtíðini.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages8
Place of PublicationTórshavn
Volume8
Publication statusPublished - 1998
Externally publishedYes

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan
Volume8
ISSN (Print)0903-9090

Cite this