Svartkalvaveiða og hiti í sjónum

Research output: Other contribution

Abstract

Svartkalvi heldur seg til ávísan hita heldur enn til ávís dýpi á føroyska landgrunninum. Stórur svartkalvi er at finna í heitari sjógvi (2 - 7 °C) enn smáur svartkalvi (0 - 4 °C), møguliga fyri at halda sodningini gangandi á sama støði. Hesin sjóvarhiti er at finna, har dýpi er millum 400 og 650 metrar á føroyska landgrunninum, og tann kaldi sjógvurin er djúpari enn tann heiti. Av hesi orsøk er tann stóri svartkalvin oftari á grynri vatni enn tann smái. Teir einstøku svartkalvarnir tykjast at vera vandir við ein ávísan sjóvarhita, og stórur munur kann vera millum fiskar. Sjóvarhitin, har svartkalvagørn standa, kann broytast við fleiri gradum um dagin. Tí er hugsandi, at svartkalvin má flyta seg í mun til gørnini fyri at halda ein javnan sjóvarhita. Henda ferðing kann vera ørsøkin til, at svartkalvin endar í gørnunum.
Original languageFaroese
TypeHavstovan Technical Report
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages12
Place of PublicationTórshavn
Edition05
Volume11
Publication statusPublished - Aug 2011

Publication series

NameHavstovan Technical Reports

Cite this