Sníkar í svartkjafti

Dánjal-Petur Højgaard

Research output: Other contribution

Abstract

Stórur áhugi var í áttatiárunum fyri at troyta stóra tilfeingið í svartkjaftastovninum. Umfatandi kanningar og royndir innan veiðu, framleiðslu og innihald vórðu gjørdar í millumlanda samstarvi. Tíðliga gjørdist greitt, at ávísir trupulleikar kundu koma vegna sníkar í fiskinum, serliga av hvalorminum Anisakis simplex. Høvundin av hesi grein fór í hesum sambandi undir serritgerð, ið fevndi um kanning av svartkjaftasníkum í føroyskum havøki. Tilsamans 16 ymsir sníkar og sjúkur vórðu funnin. Fiskur sunnanfyri og vestanfyri tykist hava meira Anisakis í sær enn fiskur norðanfyri. Munur var ikki millum kall- og kvennfiskar á sama aldri við Anisakis-infektión í vøddum. Talið á Anisakis í vøddum sýndi onga korrelation við konditiónsfaktorin. Í greinini verður tikið samanum nøkur høvuðsúrslit av serritgerðararbeiðinum, eins og aðrar tílíkar kanningar verða umrøddar. 
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages13
Place of PublicationTórshavn
Volume8
Publication statusPublished - 1998
Externally publishedYes

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan
Volume8
ISSN (Print)0903-9090

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Sníkar í svartkjafti'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this