Abstract
Síðsta árið kann sigast at hava verið eitt rættiligt slánaár. Vaksin toskur er komin heilt inn undir land og hevur hesin verið serstakliga rak. Samastundis hevur verið lítið til av nebbasild hjá honum at eta útiá. Hetta sæst aftur í einum týðiligum sambandi ímillum konditiónsfaktorin og tøkari føði hjá toskinum. Óvist er hvørja ávirkan slánarnir hava á vistskipanina, og spurningar verða settir við, um skilagott er at fiska teir ella ei.
Original language | Faroese |
---|---|
Pages | 4-8 |
Number of pages | 5 |
Specialist publication | Sjóvarmál |
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
Publication status | Published - 2020 |