Abstract
Tveir túrar vórðu gjørdir við partrolarunum Falki og Heyki í apríl-mai 2013. Endamálið var at kanna, hvørja ávirkan skiljirist hevði á veiðuna av upsa, og í hvønn mun ristirnar skilja smáan upsa frá. Loyvt varð at fiska í stongdum køssum. Tilsamans 46 tóv vórðu gjørd, 21 uttan rist og 25 við rist.
Ristin skildi tann smáa upsan frá soleiðis, at miðalstøddin var 3 cm størri við rist (57,6 cm) enn uttan rist (54,6 cm). Veiðan av smáum upsa (< 55 cm) var munandi minni við rist enn uttan rist (493 mótvegis 1211 kg per troltíma). Ristin skildi sostatt umleið 60% (í vekt) av upsa minni enn 55 cm frá. Miðal veiðuparturin í tali av ungfiski (< 55 cm ) var 53% tá rist ikki varð brúkt og 29%, tá rist varð brúkt. Eingin munur var fyri stóran upsa (1625 mótvegis 1514 kg per troltíma). Samanlagda veiðan við rist var minni enn uttan rist, men við verandi fiskaprísum fekk skipið við rist nærum 1 kr/kg meira fyri fiskin enn skipið uttan rist.
Filmsbrotini bendu á, at fiskurin ikki tók stóran skaða av ristini. Allir fiskarnir, ið fóru út gjøgnum ristina, svumu væl frá trolinum.
Ristin riggaði væl, og mælt verður til, at hon verður brúkt í øllum vanligum fiskiskapi eftir upsa. Ynskiligt er tó, at fleiri royndir verða gjørdar, áðrenn veruligar niðurstøður verða gjørdar.

Original language | Faroese |
---|---|
Type | Havstovan Technical Report |
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
Number of pages | 16 |
Place of Publication | Tórshavn |
Edition | 09 |
Volume | 13 |
Publication status | Published - 2013 |
Publication series
Name | Havstovan Technical Reports |
---|