Abstract
Sedimenteringin av lívrunnum partiklum í Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum norðan fyri Streymin varð mátað í tíðarskeiðunum apríl-september 1987 og 1988. Mett verður, at umleið 30-50% av tí tilfarinum, ið sakk niður í botnvatnið, kom frá resuspensión omanfyri 40-45 metra dýpi. Botnvatnið fær sostatt partiklar frá einum øki, ið er munandi størri enn tað økið, ið botnvatnið fevnir um. Bert umleið helvtin av teimum lívrunnu partiklunum, sum sukku niður í botnvatnið um summarið, blivu niðurbrotnir, áðrenn botnvatnið varð skift út. Mátingar av redox potentialunum í sedimentunum benda á, at sulfatreduktión helst ikki er farin fram í Skálafirði og Kaldbaksfirði. Í Sundalagnum var potentialið tó nakað lægri og tað bendir á, at nakað av sulfatreduktión møguliga er farin fram seint um summarið.
| Original language | Faroese |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Number of pages | 32 |
| Place of Publication | Tórshavn |
| Volume | 6 |
| Publication status | Published - 1990 |
Publication series
| Name | Fiskirannsóknir |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Volume | 6 |
UN SDGs
This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)
-
SDG 14 Life Below Water
Cite this
- APA
- Author
- BIBTEX
- Harvard
- Standard
- RIS
- Vancouver