Abstract
Í Føroyum kenna vit súluna fyrst og fremst úr Mykinesi. Vit kenna søgnina um, hví súlan endaði í Mykinesi, og á hvørjum ári hoyra vit um veiðu eftir grásúlu. Súlan er ikki bara í Føroyum, men um stóran part av jarðarknøttinum. Størsti parturin er kortini Nirðuratlantshavi, og súlan í Norðurhøvum er eisini tann størsta. Vanliga hevur verið sagt, at níggju sløg av súlu eru skrásett og viðurkend. Nýliga er tó eitt slag ella eitt súlufrábrigdi komið afturat. Tað minnir nógv um Masku-súlu (Masked Booby). Hetta súlufrábrigdið hevur fingið navnið Nazca Booby, Sula granti. Felags fyri øll 10 súlusløgini er, at tey veiða fisk á sín serstaka hátt - stoyta seg niður frá høgum og svimja djúpt at veiða fisk. Nev, høvur og kroppurin allur er tillagaður at klára henda livihátt.
Original language | Faroese |
---|---|
Pages | 22-25 |
Number of pages | 4 |
Volume | 23 |
No. | 1 |
Specialist publication | Frøði |
Publisher | Føroya Fróðskaparfelag |
Publication status | Published - 2018 |
Externally published | Yes |
Keywords
- súlan
- súlusløg