Sáttmálin móti píning

Research output: Chapter in Book/Report/Conference proceedingChapter

48 Downloads (Pure)

Abstract

Grein í bókini Greinasavn um Sameindu Tjóðir og mannarættindi

Bókin viðger mannarættindi úr mentanarligum, sosialum, búskaparligum, politiskum og løgfrøðiligum sjónarhornum. Bókin er tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum, og kann hon tí verða eitt týdningarmikið íkast til føroyska kjakið um mannarættindi framyvir.

Greinirnar eru skrivaðar av føroyskum serfrøðingum, ið hava fakligar og praktiskar royndir í altjóða mannarættindaspurningum. Heldur enn at týða útlendska bókaútgávu hevur Amnesty International Føroya deild valt at skapa eitt sjálvstøðugt verk, ið hóskar til føroyskar lesarar og føroysk samfelagsviðurskifti anno 2009.

Átta kapitlar eru í bókini, og teir taka lesaran á ferð ígjøgnum ST-stovnin og útvaldar mannarættindasáttmálar. Bókin er serliga ætlað teimum, ið eru á hægsta stigi í miðnámsskúlum og á byrjanarstigi á hægri lærustovnum. Eisini er bókin væl egnað sum bakgrundslesnaður hjá fjølmiðlum og starvsfólki í umsitingini, ið starvast við mannarættindum. Greinasavnið er harumframt kærkomið hjá øllum, ið vilja ogna sær størri og neyvari innlit um altjóða mannarættindaviðurskifti.
Original languageFaroese
Title of host publicationGreinasavn um Sameindu Tjóðir og mannarættindi
EditorsFirouz Gaini, Jakoba Kruse, Birita Ludvíksdóttir
Place of PublicationTórshavn
PublisherFróðskapur – Faroe University Press
Pages90-101
Number of pages12
ISBN (Print)978-99918-65-28-7
Publication statusPublished - 1 Nov 2009

Keywords

  • Human Rights
  • United Nations

Cite this