Projects per year
Abstract
Upprunaheitið á verkætlanini var “kortlegging av arbeiðsumhvørvinum millum føroyskar arbeiðstakarar – við serligum atliti at sálarligu heilsuna hjá ungum”. Ætlanin var og er at kortleggja sálarliga arbeiðsumhvørvið í Føroyum, lýst bæði kvantitativt og kvalitativt. Harumframt verður likamliga ávirkanin av arbeiðsumhvørvinum lýst við hjálp av spurnabløðum. I grannalondum okkara er títtleikin, og harvið eisini útreiðslurnar, av strongd í samband við arbeiði, hækkandi. Fleiri kanningar vísa harafturat eina øking í talinum á ungum við sálarligum heilsutrupulleikum, eitt nú angist og tunglyndi. Endamálið við hesari kanning er tvíbýtt: Fyrst fara vit at lýsa arbeiðsumhvørvið hjá teimum uml. 28.000 arbeiðstakarunum í Føroyum, hetta við at nýta eitt danskt validerað spurnablað. Av tí at støðan hjá yngru arbeiðstakarum og støðan hjá teimum, ið sett eru í starv á fyrsta sinni, í øðrum kanningum hevur víst seg at vera viðkvæmari á arbeiðsmarknaðinum enn hjá eldru starvsfelagum teirra, fara vit samstundis at hava samrøður við ein bólk av ungum arbeiðstakarum, lýsa viðurskifti teirra á arbeiðsmarknaðinum við serligum atliti at sálarligu heilsuni og týdninginum av góðum arbeiðsfelagsskapum. Verkætlanin “Arbeiðið og Tú” er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, og fyri at tryggja dygdina og fremjingina av verkætlanini, hava vit tí sett eitt samstarv á stovn millum føroyskar og danskar granskarar á økinum ‘arbeiðsumhvørvi’. Kanningin er vorðin møgulig við fíggjarligum stuðli bæði úr Danmark og Føroyum. Hetta er fyrsti liður av frágreiðingini, ið leggur dent á úrslitini viðvíkjandi sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Okkara ætlan er at kanna dátutilfarið meiri og at gera eina gjølligari frágreiðing, sum eisini umfatar tað likamliga arbeiðsumhvørvið. Úrslitini verða eftirfylgjandi miðlað á føroyskum til viðkomandi móttakarar í Føroyum. Hartil eisini í vísindaligum tíðarritum, í tann mun vit finna áhugaverdar samanhangir. Hetta tí at mett verður, at føroyska samfelagið hevur ein heilt serligan arbeiðsmarknað, tí arbeiðsfjøldin og arbeiðstíðin í miðal er millum tey hægstu í okkara parti av heiminum. Miðað verður ímóti at gera dátutilfarið atkomuligt fyri allar partar á arbeiðsmarknaðinum og fyri myndugleikar, tó við at varðveita anonymitetin hjá luttakarunum. Úrslitini frá kanningini geva okkum møguleika at vísa á serlig átaksøki fyri at fremja góða heilsu hjá føroyskum arbeiðstakarum, og úrslitini fara tí at hava virði fyri einstaka arbeiðstakaran, arbeiðsgevararnar og ta politisku skipanina við ábyrgdini fyri føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Translated title of the contribution | Psychosocial working environment among Faroese employees: a survey |
---|---|
Original language | Faroese |
Place of Publication | Keypmannahavn / Tórshavn |
Publisher | National Research Centre for the Working Environment |
Number of pages | 40 |
Publication status | Published - Jun 2023 |
Keywords
- Psychosocial working environment
- employee wellbeing
- Faroe Islands
Fingerprint
Dive into the research topics of 'Psychosocial working environment among Faroese employees: a survey'. Together they form a unique fingerprint.Projects
- 1 Finished
-
The psychosocial and physical working environment among Faroese employees
Helgadóttir Davidsen, A. (PI) & Weihe, P. M. (PI)
1/01/21 → 31/12/23
Project: Research