Abstract
Tað kundi staðfestast ein týðiligur munur millum tvítrolið og lemmatrolið, har tvítrolið fiskaði umleið 70-80% meira fisk enn lemmatrolið, og hetta var galdandi fyri bæði toska- og svartkalvatúrar.
Skiparin á Vesturvarða hevði hesar viðmerkingar til royndina: „Takast má við, at tað eru umstøður, sum gera, at mann ikki tóvar við tveimum trolum, so sum veður, ringur botnur, og um økið er stutt. Tað er betri at tóva long strekkir við tveimum trolum. Um mann melur nógv, eru tvey trol ikki so væl egnaði, tí tað tekur langa tíð, áðrenn tey standa beint aftur, tá mann er farin runt.”
Havast má í huga, at støddin á tvítrolinum var umleið tann sama sum lemmatrolið, tá hugsað verður um arealið, sum trolini gapaðu. Tað eru ætlanir í vinnuni um at fara frá lemmatroli/partroli til tvítrol. Í tí sambandi er týdningarmikið at meta um veiðievnini hjá lemmatroli/partroli mótvegis tvítroli soleiðis at fiskidagarnir kunnu stillast soleiðis, at veiðievnini verða óbroytt. Verandi roynd, har lemmatrolið og tvítrolið vóru áleið líka stór, kann ikki siga nakað neyvt um, hvussu væl eitt størri tvítrol fiskar í mun til eitt lemmatrol.

Original language | Faroese |
---|---|
Type | Havstovan Technical Report |
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
Number of pages | 12 |
Place of Publication | Tórshavn |
Edition | 01 |
Volume | 25 |
Publication status | Published - Apr 2025 |
Publication series
Name | Havstovan Technical Reports |
---|