Abstract
Næst eftir plantuæti, er reyðæti okkara størsta tilfeingi í havinum. Reyðæti er tað slagið av djóraplankton, sum mest er av í einum stórum parti av Norðuratlantshavinum og allastaðni har tað er í stórum nøgdum og hevur tað stóran týdning í vistskipanunum.
Serliga er nógv reyðæti í Norskahavinum. Um várið og summarið er tað ovarlaga í sjónum, har tað nørist og veksur og tað er serliga hesa tíðina á árinum, at fiskur og onnur djór eta tað. Tá tað líðir út á summarið fer tað í vetrardvala niðri í djúpum sjógvi (> 500 metra dýpi). Norðan fyri Føroyar er ísakaldur sjógvur á hesum dýpunum og ein partur av hesum sjónum rekur suður ígjøgnum Hetlandsrennuna, víðari norður ígjøgnum Bankarennuna, frá umleið 500 metra dýpi og niður á botn og heldur síðan fram vestur í hav. Reyðæti, sum er í vetrardvala í hesum sjónum norðan fyri Føroyar, verður tikið við hesum djúpa rákinum um veturin.
Longu tíðliga í juli er reyðæti niðri í tí djúpa rákinum, har eru tey inntil februar, tá tey aftur vakna og byrja sína ferð uppeftir. Í miðal fyri heystið og veturin liggur nøgdin í miðal um 30 mg turrevni (ella umleið 135 mg vátvekt) pr m3.
Sera nógvur sjógvur rekur suður ígjøgnum Hetlandsrennuna og víðari norður ígjøgnum Bankarennuna (umleið 2,2 mió. m3/ sekund), soleiðis at tann samlaði flutningurin av reyðæti um heystið og veturin liggur um góð 25.000 tons (vátvekt) um dagin. Samanlagt fyri heystið og veturin (í teir 8 mánaðirnar, sum reyðæti er í tí djúpa yvirflotssjónum) svarar hetta til góðar 6 milliónir tons.
Tá reyðætið er komið vestur úr Bankarennuni, verður meginparturin helst førdur í landnyðring fram við syðru hellingini á Íslandsrygginum. Samstundis verður tann kaldi yvirflotssjógvurin blandaður við lýggjari atlantiskan sjógv og hitnar. Reyðætið fær tí eina knappliga hitaøking og hetta økir mest sannlíkt teirra evnaskifti, soleiðis at brúkt verður av teirra lýsi. Kanningar av lýsi í reyðæti hava víst, at nøgdin minkar nógv, tá tað kemur kemur í tann lýggjara sjógvin vestan fyri Føroyar. Á vetrartíð er ongin gróður av plantuæti (sum er teirra føði) og sannlíkt er, at tað allarmesta av hesum reyðætinum doyr, eftir at tað er komið út úr Bankarennuni. Vit vita tó ikki, um ein minni partur av hesum reyðætinum, verður etin av fiski ella øðrum um veturin (t.d. prikkafiski og øðrum mesopelagiskum fiski). Um so er, er tað helst rættiliga tætt við har sum tað kemur út úr Bankarennuni (t.v.s. vestan fyri Bankarennuna og á syðru hellinginu á Íslandsrygginum).
Í einum møguligum fiskiskapi eftir reyðæti ber til at brúka tær heilt serligu náttúrugivnu umstøðurnar, sum eru í Bankarennuni. Av tí at streymferðin er sera stór, har Bankarennen er smalast, ber helst til at brúka passivan reiðskap, soleiðis at streymurin kann føra reyðætið í fínmeskað net, sum eru fest á botnin. Neyðugt er tó við neyvari royndum fyri at síggja, um hetta ber til og hvussu tað best kann gerast. Best er um meskavíddin er so stór sum gjørligt, tó uttan at reyðætið fer ígjøgnum meskarnar, tí størru meskarnar eru, tess betur sílast sjógvurin ígjøgnum tær. Við kvadratiskum meskum, eiga síðurnar á meskunum ikki at vera minni enn 0,5 mm og hetta er tann meskavíddin, sum verður brúkt í Noregi. Kanningar hjá Havstovuni hava víst, at 0,7 mm meskar eisini kunnu brúkast. Eru meskarnar størri enn tað, so fer ov nógv av reyðæti ígjøgnum tær.

| Original language | Faroese |
|---|---|
| Type | Smárit |
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Number of pages | 23 |
| Place of Publication | Tórshavn |
| Publication status | Published - Apr 2026 |
Publication series
| Name | Smárit |
|---|---|
| No. | 01 |
| Volume | 26 |
UN SDGs
This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)
-
SDG 14 Life Below Water
Keywords
- Reyðæti
- Norðuratlantshav
- Bankarennan
- krill
- calanus
- North Atlantic
Cite this
- APA
- Author
- BIBTEX
- Harvard
- Standard
- RIS
- Vancouver