Føroyskir firðir eru vanliga eins og firðir aðrastaðni býttir í løg við einum brakkvatnslagi ovast, sum hevur nakað av feskum vatni blandað upp í sjógvin og undir tí einum niðara lagi, sum á Skálafirði, Kaldbaksfirði og í Sundalagnum norðan fyri Streym verður býtt í eitt miðlag og eitt avlæst botnlag partar av sumrinum. Hesa tíðina er øll útskiftingin í ovaru løgunum, og tað er eisini í teimum, at allur gróður er. Í greinini verður roynt at meta um útskiftingina og rákið í hesum løgum á nevndu firðum. Úrslitii eru tó heft við stórari óvissu.
Name | Fiskirannsóknir |
---|
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
---|
Volume | 6 |
---|