Projects per year
Abstract
Perfluorerað alkylevni hava verið nýtt seinastu 50 árini í vaksandi nøgdum fram til aldaskiftið, tá størsti amerikanski og evropeiski framleiðarin, 3M, gavst at framleiða perfluorooctane sulfonic acid (PFOS) og perfluorooctanoic acid (PFOA), sum til tá hevði verið týðandi partur av framleiðsluni. PFOS er sera seint niðurbrótiligt, og upphópast í sjófugli og havsúgdjórum langt frá har, sum evnið hevur verið nýtt. PFOS hevur verið sett í samband við neilig árin á fólk og djór, millum annað í kanning av føroyskum børnum, sum bendi á árin á immunverjuna. PFOS hevur tí verið mett at hava nógv av teimum somu neiligu eginleikunum sum t.d. polychlorinated biphenyls (PCB), og nýtslan hevur verið avmarkað í altjóða regulering umvegis Stockholm POP konventiónina, har POP sipar til persistent organic pollutants. Ein týðandi kelda til PFOS í fólki er fiskur og kjøt.
Sum liður í at fáa ment kanningar førleikar á tólinum UPLC-MS/MS, hava nakrar kanningarferðir verið; tvær til Man-Technology-Environment (MTM) Centre á Örebro Universitet og ein til Danish Centre for Environment and Energy (DCE) á Aarhus Universitet. Á kanningarferðunum hevur starvsfólkið hjá verkætlanini verið í starvsstovu og lært framferðarhátt í mun til ekstraktión og sýnisfyrireikan og síðan, at fremja kanningarnar á samanberiligum tólum. Samstundis er fingið avrit av tól-mannagongdini hjá Örebro Universitet, sum hevur verið brúkt at fremja per- og polyfluoroalkyl evnis (PFAS) kanningar á júst somu tólum (Waters UPLC Xevo TQ-S) sum Vinnuframa hevur keypt til at vera á granskaarsetrinum iNOVA. Í stuttum kann sigast, at verkætlanin í sínum fyrsta stigi, tók støði í mannagongdum og roknifrymlunum nýtt til at rokna úrslitini við forritinum MassLynx, sum var í brúk í eini viðurkendari og vælvirkandi granskingarstarvsstovu. Síðani eru gjørdar ávísar tillagingar, millum annað fyri at fáa automatiserað útrokningina av úrslitunum - tí har eru nógvar umrokningar, sum skulu gerast áðrenn sjálvt kanningarúrslitið er tøkt. Hetta verður ikki minni av at PFAS heitið í hesum førinum fevnir um 18 evnir (analyttar). Kannað hava verið perfluorokarboksyl sýrur frá 4 og til 18 karbonatom í ketuni, og 4, 6, 8 og 10 karbon perfluorosulfonatir, umframt perfluorooktylsulfonamide, PFOSA.
Kannað eru fiskasýni, sum ynskt av vinnupørtunum Faroe Pelagic: Makrel, svartkjaft, gulllaks og sild; Varðin Pelagic: Makrel; og aldur laksur frá Luna/Hiddenfjord. Kanningarnar vórðu framdar á hvønn einkultan fisk
sær, á vødda t.v.s. fiskaflak. Tó, svartkjaftur og gulllaksur vórðu kannaðir bæði sum heilur fiskur og sum blandsýni av fiskaflaki.
Til góðskutryggjanina av kanningunum, eru brúktar mannagongdir sum eru vanligar í hesum sambandinum, t.v.s. isotopmerktir standardir (native standard (NS), internal standard (IS) og recovery standard (RS)), standardkurvir, blank-kanningar og meting av relativu nøgdini av útvaldum sermerktum fragmentum.
Herumframt hevur verið eftirlitsvitjan av serkønum frá Universitetinum í Örebro, umframt at luttikið hevur verið í altjóða interkalibreringskanningum.
Kanningarnar vístu, at innihaldið av PFAS yvirhøvur var lágt, og í nógvum førum undir ávísingarmørkunum fyri tey ymisku evnini. PFOS var tað evnið, sum varð ávíst við vissu í flestu sýnunum, men í lágum nøgdum frá 14 pg/g av feskum sýni í laksi til 100 pg/g í makreli. Eisini onnur evni vórðu ávíst, t.d. PFUnDA og PFTrDA umframt PFOSA. Yvirhøvur eru kanningarúrslitini í samljóð við kanningar úr øðrum londum av samsvarandi sýnum, tó við tí undantaki, at í okkara føri er eydnast at ávísa heilt lágar nøgdir, sum bert kunnu ávísast við teimum allarbestu og nýggjastu tólunum. Hetta merkir so eisini, at ringt er at finna úrslit sum ber til at samanbera neyvt við. Tí ber illa til at siga nakað sera neyvt um PFAS innihaldið í føroyskum fiski í mun til fisk úr t.d. okkara grannalondum - uttan í heilt breiðum orðaløgum, sum at fiskurin hjá okkum inniheldur helst munandi lægri innihald av PFAS enn í øðrum økjum (men sum sagt ber tað illa til at siga neyvt, um hini kanningarúrslitini bert eru lýst sum t.d. minni enn 2000 pg/g!)
Partur av endamálinum við kanningunum hevur verið, at vísa á, hvussu lágt innihaldið av hesum dálkingarevnunum er í fiski úr Føroyum, soleiðis eisini at hetta kann nýtast til sølufremjandi vørulýsingar.
Samstundis sum at henda vitanin er fingin til vega, eru kanningarførleikar við framkomnum kanningartólum mentir í Føroyum.

Translated title of the contribution | Perfluorinated alkyl compounds in fish: Report on analyses of perfluorinated compounds in fish of Faroese origin |
---|---|
Original language | Faroese |
Type | Report |
Publisher | Umhvørvisstovan |
Number of pages | 88 |
Publication status | Published - 2016 |
Keywords
- perfluorinated compounds
- fish
Fingerprint
Dive into the research topics of 'Perfluorinated alkyl compounds in fish: Report on analyses of perfluorinated compounds in fish of Faroese origin'. Together they form a unique fingerprint.Projects
- 1 Finished
-
Establishment of analysis capabilities at the Research Centre iNOVA; analysis of perfluorinated compounds in fish
Dam, M. (PI), Mikalsen, S.-O. (CoI), Weihe, P. M. (CoI), Petersen, M. S. (CoI), Halling, J. (CoI), Mikkelsen, B. (CoI) & van Bavel, B. (CoI)
1/01/14 → 1/06/16
Project: Other