Abstract
Tá ið vit í Føroyum kjakast um familjuviðurskifti og foreldraleiklutir, so er tað sum oftast við mammuni í brennideplinum. Pápin hevur sum heild verið rættiliga ósjónligur í orðaskiftinum um kyn, familjulív og barnauppaling í miðlunum her heima. Samfelagið er nógv broytt síðan seinasta aldaskiftið, og alt fleiri mátar at liva sum familja – við ella uttan børn, gift ella ógift, stakur ella við maka – eru at síggja í Føroyum. Í samrøðunum við føroyskar pápar í kanningini hjá okkum, kemur ein meira samansett mynd av maskulinitetinum hjá pápanum fram: maðurin hevur gaman í virðir og áhugamál, ið vit lættliga kunnu seta í samband við “nýggja” mannin og modernaðu familjuna, men hann er eisini partur av einari mentan, ið altíð hevur virðismett mannin fyri styrki, ágrýtni og treysti í arbeiði á landi og sjógvi.
Translated title of the contribution | Fathers and Family Life in the Faroe Islands: The Modern Father Bewteen the Past and the Future |
---|---|
Original language | Faroese |
Pages | 4-7 |
Number of pages | 4 |
Volume | 27 |
No. | 1 |
Specialist publication | Frøði |
Publisher | Føroya Fróðskaparfelag |
Publication status | Published - 2022 |
Keywords
- Fatherhood
- Family
- Faroe Islands
- Gender
- Masculinity
- New Father