Abstract
Hendan frágreiðingin er partur av granskingarverkætlanini Faðirskapur í broyting? Kanning av gerandislívinum, familjuviðurskiftunum og maskulinitetinum hjá monnum – tvørtur um tvey ættarlið (2019-2022), sum Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur staðið á odda fyri. Firouz Gaini, professari í antropologi, var verkætlanarleiðari. Frágreiðingini Pápar og familjulív í Føroyum 2022 leggur fram úrslitini av landsumfatandi spurnakanning, sum varð gjørd í februar/mars 2022. Spurnakanningin, sum var gjørd í samstarvi við fyritøkuna Lóður, umboðar tann kvantitativa partin av granskingarverkætlanini. Talan er um fyrstu kanning av sínum slag í Føroyum.
| Translated title of the contribution | Fathers and Family-life in the Faroe Islands 2022: Survey on the everyday life, values and family relations of men in the Faroe Islands (18-52 yrs.) |
|---|---|
| Original language | Faroese |
| Place of Publication | Torshavn |
| Publisher | University of the Faroe Isslands |
| Number of pages | 102 |
| Publication status | Published - Aug 2023 |
Keywords
- Fatherhood
- Family
- Masculinity
- Fathering
- Gender
- Faroe Islands