Abstract
Djúpastu partarnir av Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum norðan fyri Streym verða vanliga læstir av partar av árinum. Hesa tíðina kemur lítið av nýggjum sjógvi til avlæsta botnvatnið, og nøgdirnar av oxygeni í tí minka, vegna tað at rotbakteriur og djór taka oxygen úr sjónum. Í greinini verður við støði í innsavnaða kanningartilfatinum lýst, hvussu viðurskiftini eru í avlæsta botnvatninum, og serligur dentur verður lagdur á at meta um, hvussu stór oxygennýtslan hjá djórum og bakterium hevur verið ymsu árini. Ein partur av hesum oxygeni er komin niður í botnvatnið aftan á avlæsingina við blanding, og roynt verður at meta um, hvussu nógv hetta er, og hvussu ymiskt tað kann vera ymisk ár.
| Original language | Faroese |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Number of pages | 71 |
| Place of Publication | Tórshavn |
| Volume | 6 |
| Publication status | Published - 1990 |
Publication series
| Name | Fiskirannsóknir |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Volume | 6 |
UN SDGs
This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)
-
SDG 14 Life Below Water
Cite this
- APA
- Author
- BIBTEX
- Harvard
- Standard
- RIS
- Vancouver