TY - GEN
T1 - Norðsjóvarsild undir Føroyum?
AU - Jacobsen, Jan Arge
PY - 1991
Y1 - 1991
N2 - Tey seinastu árini hevur sild verið at sæð undir Føroyum. Fiskirannsóknarstovan hevur kannað hesa sildina við tí endamáli at finna út av, nær sildin kemur í føroyskan sjógv, hvaðani hon kemur, hvussu nógv kemur hendan vegin, og nær hon fer avstað aftur. Nótaskip hava verið leigað á hvørjum ári síðani 1988 at leita eftir sild, og í juni 1990 og 1991 gjørdi Magnus Heinason rannsóknartúrar á føroyskum øki. Tey fyrstu árini sást sild bert í landsynningshorninum á okkara sjóøki, men tvey tey síðstu árini hevur sild verið at sæð norð um Sandoyarbankan. Sildin var feit og búnandi til gýtingar og var umleið 30 cm til longdar (ella fýra sildir til eitt kilo). Meðalaldurin var 5 ár, meðan nakað var 6 ár. Fyri at kanna, hvaðani henda sildin stavar, vórðu ryggjageislarnir taldir. Meðaltalið var 56,40 í 1990 og 56,63 í 1991. Hetta er nærum tað sama meðaltalið, sum norðsjóvarsildin hevur. Niðurstøðan av kanningunum er tann, at hetta er ein partur av tí vaksna stovninum av norðsjóvarsild, ið ferðast inn á føroyska sjóøki at leita sær føði frá fyrst í mai mánað til síðst í juli mánað, tá hon fer aftur móti gýtingarplássunum undir Hetlandi og í Norðsjónum.
AB - Tey seinastu árini hevur sild verið at sæð undir Føroyum. Fiskirannsóknarstovan hevur kannað hesa sildina við tí endamáli at finna út av, nær sildin kemur í føroyskan sjógv, hvaðani hon kemur, hvussu nógv kemur hendan vegin, og nær hon fer avstað aftur. Nótaskip hava verið leigað á hvørjum ári síðani 1988 at leita eftir sild, og í juni 1990 og 1991 gjørdi Magnus Heinason rannsóknartúrar á føroyskum øki. Tey fyrstu árini sást sild bert í landsynningshorninum á okkara sjóøki, men tvey tey síðstu árini hevur sild verið at sæð norð um Sandoyarbankan. Sildin var feit og búnandi til gýtingar og var umleið 30 cm til longdar (ella fýra sildir til eitt kilo). Meðalaldurin var 5 ár, meðan nakað var 6 ár. Fyri at kanna, hvaðani henda sildin stavar, vórðu ryggjageislarnir taldir. Meðaltalið var 56,40 í 1990 og 56,63 í 1991. Hetta er nærum tað sama meðaltalið, sum norðsjóvarsildin hevur. Niðurstøðan av kanningunum er tann, at hetta er ein partur av tí vaksna stovninum av norðsjóvarsild, ið ferðast inn á føroyska sjóøki at leita sær føði frá fyrst í mai mánað til síðst í juli mánað, tá hon fer aftur móti gýtingarplássunum undir Hetlandi og í Norðsjónum.
M3 - Other contribution
VL - 7
T3 - Fiskirannsóknir
PB - Havstovan - Faroe Marine Research Institute
CY - Tórshavn
ER -