Nebbasild og toskur á innaru leiðum: – Árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av trimum sløgum av nebbasild og týdningur teirra sum føði hjá toski á innaru leiðum

Translated title of the contribution: Temporal variation in distribution and abundance of three sandeel species and their importance as prey for Atlantic cod (Gadus morhua) on the inner shores of the Faroese Plateau

Research output: Other contribution

16 Downloads (Pure)

Abstract

Nebbasild er týdningarmikil føði hjá toski. Taltilfarið, sum Havstovan regluliga fær um nebbasild (spp.), tekur støði í magakanningum av toski á árligu yvirlitstrolingunum á Landgrunninum og í yngultølunum frá árliga yngultúrinum. Hesir túrar eru lagdir fastar tíðir á árinum. Saman merkir hetta, at árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av ymsu nebbasildastovnunum ikki síggjast í vanliga innsavnaða taltilfarinum. Í 2019 var óvanliga góður fiskiskapur eftir toski heilt nær landi, sum sást aftur í avreiðingarseðlum.

Endamálið við verkætlanini var at kanna lívfrøðina hjá nebbasild, herundir sløg, mongdir og atferð, á firðum og sundum við Føroyar. Hetta skuldi setast í samband við atferð hjá vaksnum toski, millum annað eginleikan at koma nær landi, og hvussu tað ávirkar yvirliving hjá smáfiski og harvið framtíðar fiskiskap. Hetta varð gjørt við at kanna tosk frá landingum av rundum fiski við at gera magakanningar, har serligur dentur var lagdur á at útgreina nebbasild í magainnihaldinum. Eisini varð serstøk videoútgerð fingin til vega at útgreina slagsamansetingina av fiski inni við land, eins og skráseta longdir, har tað var møguligt, av hesum fiski.

Útfrá magakanningunum av toski og nebbasildatúrinum í 2020 ber ikki til at siga, at toskurin er komin inn undir land at eta nebbasild. Eitt úrslit av kanningunum var, at tað bleiv staðfest, at nebbasild spp. í føroyskum sjógvi gýtir bæði um várið og um heystið. Samansetingin av fiski skrásett í videokanningunum var merkt av, at nógvur seiður var allastaðni, meðan ymiskt var um toskur og/ella smáfiskur varð skrásettur á sama stað og somu tíð.
Translated title of the contributionTemporal variation in distribution and abundance of three sandeel species and their importance as prey for Atlantic cod (Gadus morhua) on the inner shores of the Faroese Plateau
Original languageFaroese
TypeHavstovan Technical Report
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages42
Place of PublicationTórshavn
Edition02
Volume25
Publication statusPublished - May 2025

Publication series

NameHavstovan Technical Reports

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Temporal variation in distribution and abundance of three sandeel species and their importance as prey for Atlantic cod (Gadus morhua) on the inner shores of the Faroese Plateau: – Árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av trimum sløgum av nebbasild og týdningur teirra sum føði hjá toski á innaru leiðum'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this