Nógv at læra úr Norra: ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin

Dennis Holm

Research output: Working paper

Abstract

Í døgunum 2. til 5. oktober 2011 var arbeiðsfundur í verkætlanini Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i udkantsområder í Gloppen kommunu í Norra. Høvuðsbýurin í Gloppen kommunu er Sandane, sum liggur 3½-4 tímar (í bussi) norðanfyri Bergen.

Vitjanin í Gloppen var sera áhugaverd og gav ikki minst góðan íblástur sæð við føroyskum eygum. Í vikunum eftir vitjanina var ein røð av greinum skrivaðar um ferðina. Áhugin fyri greinunum hevur verið sera stórur og nógv fólk hava vent sær til undirritaða í samband við greinarøðina frá Norra-ferðini.

Av somu orsøk eru hesar greinar savnaðar í einari útgávuni, soleiðis at áhugaði lætt kunnu leita fram tilfarið til íblástur.

Greitt er, at vit kunnu læra nógv av grannum okkara fyri eystan.
Original languageFaroese
Place of PublicationFaroe Islands
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmennning
Number of pages43
Volume28
ISBN (Electronic)978-99918-60-21-3
Publication statusPublished - 2011

Publication series

NameArbeiðsrit / Working paper
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Volume28
ISSN (Electronic)1601-9423

Cite this