Abstract
Eg skal í hesum fyrilestrinum royna at geva eina lýsing av, hvat náttúra og umhvørvi er. Vit hoyra javnan orðini náttúra og umhvørvi verða umrødd, men hvat er náttúra, og hvat er umhvørvi, og hvat er tað. ið stýrir teimum? Sambært móðirmálsorðabókini er náttúran: Hin ítøkiligi umheimurin, umhvørvið við øllum livandi og lívleysum, meðan umhvørvi eru umstøðurnar, sum ein livir í, tað ið er kring um, kringumstøður. Tá vit tosa um náttúru, hugsa vit sum oftast um tað livandi, sum finst úti í náttúruni: Um djóra- og plantulívið. Fyri at skilja náttúruna, er tí neyðugt at hava eina hóming av øllum tí fjølbroyta djóra- og plantulívinum, ið finst. Í dag kenna vit umleið eina millión djórasløg. Ein stórur partur av hesum eru insektir, umleið ¾. Hetta er tó helst bert ein lítil partur av tí samlaða talinum, ið finnast á jørðini. Higartil ókend djó koma støðugt fram í ljósið, so talið av djórasløgum er alsamt vaksandi. Summi meta, at samlaða talið er um 5 milliónir, meðan onnur halda, at talið kanska er omanfyri 30 milliónir. Flestu av teimum “nýggju” sløgunum verða funnin í regnskógunum, men av tí at regnskógurin í dag er í støðugari minking vegna skógarhøgging, eru tað óivað nógv sløg, sum hvørva, áðrenn fólk hava havt møguleika a lýsa og skráseta hesi.
Translated title of the contribution | Nature - an environment in equilibrium: Lecture given at the energy and environmental symposium in the Nordic House in Torshavn May 3 2002 |
---|---|
Original language | Faroese |
Number of pages | 5 |
Publication status | Published - 3 May 2002 |
Event | Orku- og umhvørvisráðstevna - Norðurlandahúsið , Tórshavn, Faroe Islands Duration: 3 May 2002 → 3 May 2002 |
Conference
Conference | Orku- og umhvørvisráðstevna |
---|---|
Country/Territory | Faroe Islands |
City | Tórshavn |
Period | 3/05/02 → 3/05/02 |
Keywords
- nature
- environment