Abstract
Greitt verður frá nøkrum royndum, sum Magnus Heinason hevur gjørt eftir mathøgguslokkinum Loligo forbesi á Føroyabanka. Høgguslokkurin er um allan Bankan, men størstu nøgdirnar eru á landnyrðingskantinum á Bankanum, umleið 200-300 metri dýpi. Líkt er til, at høgguslokkurin fer upp frá botni í myrkri og fer niðurat aftur í lýsingini. Hetta ger, at næstan onki er at fáa um náttina, men um dagin er heldur frægari. Líkt er harumframt til, at hann bert etur um dagin og ikki um náttina. Høvuðsgýtingin er um várið, og eftir at høgguslokkurin hevur parast og gýtt, doyr hann. Mett verður, at hann er 2 ára gamal, tá hann gýtir. Meskavíddin í trolposanum eigur ikki at vera størri enn umleið 80-85 mm. Hetta ger so samstundis, at vandi er fyri, at smáur fiskur eisini kemur í. Serliga kann hjáveiðan av smáhýsu vera stór, um ikki væl verður ansað eftir. Royndirnar við Magnusi Heinasyni vístu tó, at um roynt verður djypri enn umleið 200-220 metrar, slepst undan smáhýsu.
| Original language | Faroese |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Number of pages | 19 |
| Place of Publication | Tórshavn |
| Volume | 7 |
| Publication status | Published - 1991 |
Publication series
| Name | Fiskirannsóknir |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroese Marine Research Institute |
| Volume | 7 |
UN SDGs
This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)
-
SDG 14 Life Below Water
Cite this
- APA
- Author
- BIBTEX
- Harvard
- Standard
- RIS
- Vancouver