Mathøgguslokkurin á Føroyabanka

Research output: Other contribution

Abstract

Greitt verður frá nøkrum royndum, sum Magnus Heinason hevur gjørt eftir mathøgguslokkinum Loligo forbesi á Føroyabanka. Høgguslokkurin er um allan Bankan, men størstu nøgdirnar eru á landnyrðingskantinum á Bankanum, umleið 200-300 metri dýpi. Líkt er til, at høgguslokkurin fer upp frá botni í myrkri og fer niðurat aftur í lýsingini. Hetta ger, at næstan onki er at fáa um náttina, men um dagin er heldur frægari. Líkt er harumframt til, at hann bert etur um dagin og ikki um náttina. Høvuðsgýtingin er um várið, og eftir at høgguslokkurin hevur parast og gýtt, doyr hann. Mett verður, at hann er 2 ára gamal, tá hann gýtir. Meskavíddin í trolposanum eigur ikki at vera størri enn umleið 80-85 mm. Hetta ger so samstundis, at vandi er fyri, at smáur fiskur eisini kemur í. Serliga kann hjáveiðan av smáhýsu vera stór, um ikki væl verður ansað eftir. Royndirnar við Magnusi Heinasyni vístu tó, at um roynt verður djypri enn umleið 200-220 metrar, slepst undan smáhýsu.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages19
Place of PublicationTórshavn
Volume7
Publication statusPublished - 1991

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroese Marine Research Institute
Volume7

Cite this