Abstract
Multilingual Assessment Instrument for Narratives (MAIN) varð gjørt í 2012 fyri at meta um frásøguevnini hjá børnum, ið læra eitt ella fleiri mál frá føðing ella heilt tíðliga. MAIN er serliga ætlað børnum frá umleið 3 árum til um 10 ára aldur; kanningar, ið eru gjørdar
nýliga, hava víst, at tað eisini kann brúkast til eldri børn, ung og vaksin. Við tilfarinum ber til at kanna, hvussu sama barnið skilir og dugir at siga søgur á fleiri málum og við ymsum hættum: Skipað frásøgn við ávísum innihaldi (Modellsøga), Endursøgn og Frásøgn.
Støðið undir útgávuni frá 2012 vóru umfatandi kanningar av fleiri enn 500 ein- og fleirmæltum børnum, ið vóru úr 3 árum upp til 10 ár og við 15 ymiskum málum og málsamansetingum. Hendan útgávan, sum er frá 2019, er dagførd við støði í fleiri enn 2.500 transkriberaðum MAIN-søgum umframt umleið 24.000 svar frá MAIN-kanningum av, hvussu umleið 700 ein- og fleirmælt børn í Týsklandi, Svøríki og Russlandi hava svarað spurningum um at skilja. Hetta var gjørt millum 2013 og 2019. Hendan føroyska útgávan byggir á ensku útgávuna frá 2019. Í MAIN eru fýra parallellar søgur, sum hvør er sett saman av seks vandaliga sniðgivnum
myndum, sum byggja á eina fleirdimensionella fatan av, hvussu søgur verða skipaðar. Søgurnar eru kannaðar fyri kognitivan og málsligan kompleksitet, so at tær eru líkar í bæði mikro- og makrostrukturi, og at tær taka neyðug mentanarlig atlit og eru haldgóðar.

Translated title of the contribution | MAIN : Multilingual Assessment Instrument for Narratives Faroese version |
---|---|
Original language | Faroese |
Type | Paper |
Media of output | Online |
Publisher | ZAS Papers in Linguistics |
Number of pages | 34 |
Volume | 63 |
Publication status | Published - May 2025 |
Keywords
- MAIN
- multilingual models
- Mulitlingualism
- narrative skills