Abstract
Bróstamjólk er tað besta fyri nýføðingar. Onnur mjólk er sjáldan skaðilig fyri børn á okkara leiðum í dag: vatnið er reint, blandingin bein, osfr. Men í gomlum døgum kundi kúgvamjólk vera vánalig bót. Tøl frá londum, har mammurnar ikki góvu bróst (Íslandi, Österbotten, Bayern), vísa høgan barnadeyða.
Í Íslandi fingu børnini kúgvamjólk í staðin fyri bróstamjólk, í Føroyum høvdu mammurnar børn á brósti til tey vóru trý, fýra ára gomul, kanska longur. Ymiskar siðvenjur hjá føroyskum og íslendskum mammum at hava barn á brósti man vera høvuðsorsøkin til, at pinkubarnadeyðin var høgur í Íslandi og lágur í Føroyum í mun til onnur lond. Hetta tykist at hava elvt til ymiskan hugburð hjá heilsumyndugleikunum til spurningar um tørv á allmennum heilsufyribyrgjandi tiltøkum fyri pinkubørnum. Í Reykjavík var barnalækni og heilsusystrar, sum skipaðu fyri heilsuverndartøkum fyri pinkubørnum longu í 1927, tær fyrstu heilsusystrarnar fóru til verka í Tórshavn í 1973. So langt er søgan greið og ókompliserað, allmenn heilsutiltøk tykjast at fylgja almenna tørvinum, og tann almenni tørvurin á heilsutiltøkum verður skaptur eftir læknavísindaligum útgreiningum og lýsingum av støðuni, í hesum føri bróstamjólk og barnadeyða. Medisinsk serfrøði gagnar ofta fólkaheilsuni.
Men er hetta øll søgan? Hví mundu íslendskar mammur ikki geva bróst? Hví
mundu nógvar føroyskar mammur broyta gamalt mynstur í 1950unum og velja ikki at geva bróst? Kanska gongdin hevur verið báðar vegir: At ráð frá teimum lærdu hava ávirkað mammurnar, bæði til at geva bróst, og til at lata vera?

Original language | Faroese |
---|---|
Title of host publication | Frændafundur 5 |
Subtitle of host publication | fyrirlestrar frá íslensk-færeyskri ráðstefnu í Reykjavík 19.-20. júní 2004 |
Editors | Magnús Snædal, Anfinnur Johansen |
Place of Publication | Reykjavík |
Publisher | Háskólaútgáfan |
Pages | 213-225 |
Number of pages | 12 |
Volume | [35] |
ISBN (Print) | 9979546948 |
Publication status | Published - 2006 |
Publication series
Name | Sigillum Universitatis Islandiae |
---|
Keywords
- Island
- Færøyene
- kultur
- samfunn
- sosiale kontruksjoner
- religion
- sosiale media
- amming
- sosialhistorie
- historie
- overtro
- sosiale institusjoner
- Iceland
- Faroe Islands
- culture
- society
- breastfeeding
- history