Abstract
Ofta hevur verið ført fram, at tað liggur ein slóð av deyðum fiski aftur úr einum troli. Í hesum sambandi hava fiskirannsóknarstovurnar í Norðurlondum tikið seg saman um eina felags norðurlendska verkætlan at kanna, um fiskur tolir at verða sílaður út gjøgnum meskarnar á einum troli. Norðurlanda Ráðharraráðið var við í fíggingini av hesum kanningum. Fiskirannsóknarstovan skuldi kanna, um upsi kemur livandi frá at verða sílaður út gjøgnum meskarnar í trolposanum.
Kanningarnar vórðu gjørdar í 1992 og 1993 við M/T Magnus Heinason og einum hjálparskipi. Fiskurin, ið varð sílaður út gjøgnum meskarnar í trolposunum, varð fyrst savnaður í eitt fínmeskað net (dekknet), ið var fest rundan um posan, og endaði síðani í einum fínmeskaðum netbúri fest í endan á dekknetinum. Hesin fiskur varð kannaður við sjókaga í 7-10 dagar, og tað sum ikki var deytt tá, varð mett at tola sílingina.
Úrslitini vístu, at eingin toskur doyði og at mest sum allur upsin kom livandi frá sílingini (t.e. millum 96-100%). Hýsan toldi nakað minni av, eini 15% av hýsuni doyðu, meðan umleið 7% av hvítingunum doyðu. Úrslitini fyri lítla kongafiskin vístu, at meginparturin (t.e. millum 94-100%) livdu aftaná at hava verið sílaðir út gjøgnum meskarnar í trolposanum.

Original language | Faroese |
---|---|
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
Number of pages | 12 |
Place of Publication | Tórshavn |
Volume | 8 |
Publication status | Published - 1998 |
Publication series
Name | Fiskirannsóknir |
---|---|
Publisher | Havstovan |
Volume | 8 |
ISSN (Print) | 0903-9090 |