Abstract
Nútímans fólkaræði varð sett í verk í Føroyum í 1852, men fyrstu 56 árini vóru tað bara menn, sum kundu velja og veljast til Løgtingið. Kommunalt fólkaræði varð sett í verk í Tórshavn í 1866 og í restini av landinum í 1872, men ikki fyrr enn í 1908 kundu allar kvinnur velja og veljast til kommunuval. Hugsanin, at
frægari er at velja menn enn kvinnur, hevði tá fest seg í Føroyum. Vit kunnu t.d. hyggja at gongdini í høvuðsstaðnum. Eftir at tað bar til at velja kvinnur til bygdar- og býráðini, gekk nærum hálv øld, áðrenn fyrsta kvinnan varð vald í býráðið í Havn í 1956. Hon sat bara eina setu. Tann næsta kvinnan sat frá 1968 til 1972. So seint sum í 1984 var eingin kvinna í býráðnum í Havn, og tá hevði eingin sitið har síðan 1972, t.e. í tríggjar setur. Sama skilið var til løgtingsval. Frá tí, at kvinnur fingu somu rættindi sum menn at velja og stilla upp til løgtingsval, gingu 62 ár, til kvinnur verða valdar á ting. Ikki fyrr enn í 1978 fingu vit beinleiðis valdar løgtingskvinnur. Framvegis eru kvinnur undirumboðaðar, bæði í
lands- og kommunupolitikki.
Her skal í stuttum greiðast frá tí parti av okkara kvinnusøgu, sum snýr seg um politiska mobilisering, og vísast skal á møguleikar til at menna tað føroyska fólkaræðið.

Original language | Faroese |
---|---|
Title of host publication | Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018 |
Editors | Marna Jacobsen |
Publisher | Demokratia |
Pages | 51-61 |
Number of pages | 11 |
ISBN (Print) | 978-99918-3-588-4 |
Publication status | Published - 2018 |
Keywords
- women
- Faroese politics
- politics
- Faroe Islands