Abstract
Henda grein snýr seg um tíðina, tá stríðið um politiskan medborgaraskap hjá kvinnum av álvara tók seg upp í kommunum um alt landið. Hetta var ein skiftistíð. Fram til tá var tað hildið at vera natúrligt, at kvinnan hevði høvuðsábyrgd av heimligum arbeiði, meðan maðurin sum forsyrgjari var í tí almenna rúminum, eisini tá talan var um at vera á politiska leikvøllinum. Nú fóru kvinnur í stórum tali út á arbeiðsmarknaðin, og tað varð ein vaksandi tørvur
á almennum vælferðartænastum sum t.d. barnagarðar. Kvinnur royndu at málbera slík krøv, men tær vóru ikki umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar.
Stóra broytingin kom í 1988. Tá meir enn tvífaldaðist talið á kvinnuligum kommunupolitikarum, frá bara 14 í 1984 til 33 í 1988. Parturin av kvinnum vaks úr 5 prosentum til 11,5 prosent. Ein orsøk var, at kvinnur í sjey kommunum høvdu tikið stig til kvinnulistar, soleiðis sum roynt hevði verið til valini í Tórshavnar kommunu í 1980 og 1984. Triðja hvør kvinna varð vald á kvinnulista. Í summum øðrum kommunum var nógv sum bendi á, at trýstið frá kvinnulistum hevði havt við sær, at kvinnur á øðrum listum vórðu valdar. – Eitt málrættað og landsumfatandi stríð at fáa fleiri fólkavaldar kvinnur byrjaði at bera frukt. Síðan
er kvinnuparturin vaksin næstan hvørja ferð, kommunuval hevur verið, og varð seinasta val, í 2016, 34 prosent.
Í hesi grein fara vit at hyggja nærri at gongdini í 1990unum móti frægari kvinnuumboðan í kommunustýrunum. Hetta er ein stytt og broytt útgáva av grein, sum kom út á norskum/donskum í 2005 sum partur av norðurlendsku verkætlanini Women leave, men remain … Issues of Gender, Welfare and Labour
Markets in the Nordic Periphery. Verkætlanin fekk fígging frá Norðurlandaráðharraráðnum (Velferdsforskningsprogrammet) og Granskingarráðnum. Elin S. Jacobsen hevur hjálpt okkum at týða upprunatekstin til føroyskt. Greinin lýsir, hvussu ymiskur hugburður kundi vera til at sleppa kvinnum framat í ymiskum kommunum. Vit tóku støði í tveimum kommunum, Tvøroyri og Vestmanna, báðar við sjey kommunustýrislimum. Í Tvøroyrar kommunustýri var bert ein kvinna 1992-96 og síðan eingin fyrr enn í 2004. Í Vestmanna vórðu tríggjar kvinnur valdar á kvinnulista í 1988, og kvinnurnar høvdu meirluta í kommunustýrinum frá 1992 til 2004. Hví mundi tað vera so stórur munur á kvinnuumboðanini?

Original language | Faroese |
---|---|
Title of host publication | Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018 |
Editors | Marna Jacobsen |
Publisher | Demokratia |
Pages | 87-112 |
Number of pages | 25 |
Edition | 1 |
ISBN (Print) | 9789991835884 |
Publication status | Published - 2018 |
Keywords
- women
- municipal elections
- politics