Abstract
Greinin snýr seg um tann grundleggjandi kreativitet, sum liggur í allari undirvísing, um tað so er talvuundirvísing ella aðrari undirvísing, sum vit ofta tosa um sum "kreativ". Kreativitetur í undirvísing hevur við tað kreativa virksemi, undirvísarin hevur í undirvísingarsøðuni sum ein, ið skapar ella framkallar subjektivitet. Við orðum hjá Gert Biesta verður undirvísingarstøðan lýst sum ein skapan í veikari ekstistentiellari merking, har undirvísarin fær leiklutin at kalla ella vekja eina veran til lívs. Greinin kemur eisini inn á - við dømum - at tað ikki altíð eru "leysir" karmar og víðar ræsur, sum eggja til kreativitet, men ofta júst avmarkingar og fastir, enntá næstan læstir, karmar.
Translated title of the contribution | Creativity in Teaching |
---|---|
Original language | Faroese |
Article number | 1 |
Pages (from-to) | 3-8 |
Number of pages | 5 |
Journal | Miðnámsrit |
Volume | 2021 |
Issue number | 23 |
Publication status | Published - Nov 2021 |
Keywords
- education
- teaching
- teachers