Bankar við korallum eru kendir frá meginpartinum av Norðuratlantshavi, men lítið er kent um koralbankar undir Føroyum. Hesar korallir liva einamest á harðbotni á dýpum millum 200 og 3000 metrar og bert í støðum við fitt av streymi. Tær vaksa seint - okkurt um 2-5 centimetrar um árið, men av tí at tær liva sera leingi, kunnu bankarnir verða bæði 10 og 20 metrar høgir. Nógv ymisk onnur dýr liva á og millum korallirnar. Dýrasløgini kunnu vera nógv, og eisini eru ofta sera nógv dýr av hvørjum slagi. Sostatt bendir nógv á, at koralbankarnir kunnu vera týdningarmiklir fyri fiskar og yngul at leita sær føði.
Name | Fiskirannsóknir |
---|
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
---|
Volume | 7 |
---|