Abstract
Seinastu árini er kjakið um kommunusamanlegging vorðið ein alsamt størri partur av politiska kjakinum, hvat innlendis politikki í Føroyum viðvíkur. Kjakið hevur serliga snúð seg um, at kommunalu eindirnar eru ov smáar at umsita tey økini, sum kommunurnar sambært lóg skulu umsita í dag. – Og ikki minst tey størru og meiri umfatandi økini sum kommunurnar væntandi koma at umsita í komandi árum. Lagt hevur verið upp til, at kommunalu eindirnar gerast størri – og talið av kommunum sostatt fækkar.
Tað er upp til tað einstøku kommunustýri at avgera um teirra kommuna skal leggjast saman við eina aðra kommunu. Men tað er vorðið siðvenja, at kommunustýrini ikki taka hesa avgerð uttan at hava spurt borgararnar um hvat teir halda. Hetta arbeiðsritið er ein viðgerð av einari spurnarkanning um, hvat suðringar halda um kommunusamanlegging.

Original language | Faroese |
---|---|
Place of Publication | Vágur |
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmennning |
Number of pages | 27 |
Volume | 7 |
ISBN (Print) | 99918-971-5-1 |
Publication status | Published - 2004 |
Publication series
Name | Arbeiðsrit / Working paper |
---|---|
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning |
Volume | 7 |
Keywords
- municipalities
- Suðuroy
- Faroe Islands