Kjakið um kommunusamanlegging manglar innihald

Dennis Holm

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

Abstract

Herfyri legði landsstýrismaðurin í Innlendismálum fram uppskot um lógarbroyting, sum førir við sær, at Føroyar verða býttar upp í kommunu ella samstarvsøkir – í alt 7 økir: Suðuroy, Sandoy, Vágar, Suðurstreymur, Sundalagið, Eysturoy, og Norðoyggjar. Hetta hava summar kommunur tulkað sum eina roynd at tvinga verandi kommunur at leggja saman, soleiðis at 7 kommunur verða í
landinum.

Nakrir løgtingslimir hava eisini nýliga mælt til, at kommunurnar skulu leggjast saman við lóg. Onnur mæla frá hesari loysnini – og er tað eisini ivasamt, hvørt Løgtingið sum er hevði tikið undir við eini slíkari lógar-tvungnari kommunusamanlegging.

Ein av trupulleikunum við øllum kjakinum er, at alt fokus er á júst spurningin um
kommunusamanlegging ella ikki. Lítið og onki verður komið inn á, hvønn leiklut kommunurnar skulu hava, ella hvørjar uppgávur kommunurnar skulu loysa. Og hetta er ein trupulleiki. Tí sum er hava nógvar kommunur laga seg til støðuna, sum hon er í dag, til at loysa tær uppgávur, sum kommunurnar hava. – Og loysa tær tískil antin uppgávurnar sjálvar ella í samstarvi við aðrar kommunur.
Original languageFaroese
Number of pages4
Specialist publicationDimmalætting
Publication statusPublished - 12 Dec 2006

Keywords

  • municipalities
  • Faroe Islands

Cite this