Kanningar av laksi í føroyskum sjógvi

Hjalti í Jákupsstovu

Research output: Other contribution

1 Downloads (Pure)

Abstract

Síðan 1969 hava føroyingar fiskað laks norðan fyri Føroyar. Í byrjanini varð mest fiskað nær Føroyum og var veiðan tá mest smáur laksur. Seinni er mest fiskað longur norðuri og er veiðan nú mest stórur laksur.

Veiðan uppá veiðuorku hevur skift nógv bæði millum ár og innan eina laksatíð, og bendir hetta á, at, umfrant at tilgongdin er misjøvn, so er eisini ferðamynstrið hjá laksi ymiskt ár um ár.

Merktir laksar úr øllum teimum størstu europeisku áarlondunum eru fiskaðir hvør um annan norðanfyri uttan nakran mun til, hvaðan teir eru. Flest merktir í mun til tal merkt er tó úr Noregi og Svøríki og bendir hetta á, at størsta talið av laksi í føroyskum sjógvi er úr Noregi. Serliga tá havt verður í huga ta stóru nøgd av smolti, ið kemur úr teimum norsku áunum.

Kanningar av hvussu laksur, ið varð fiskaður, var bólkaður á línuni bendu ikki á, at hann gongur í torvum, tá hann leitar sær føði. Kanningar av, hvar og nær laksur merktur sama dag er veiddur, benda heldur ikki á, at laksur verður verandi saman í bólkum yvir longri tíð.

Í greinini er eisini greitt frá ferðingini frá fýra laksum merktir við ljóðmerkjum.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages26
Place of PublicationTórshavn
Volume5
Publication statusPublished - 1988
Externally publishedYes

Publication series

NameFiskirannsóknir
Publisher Havstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume5

Cite this