,,Kalda holið”, ,,Golfstreymurin” og okkara veðurlag

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

2 Downloads (Pure)

Abstract

Á heysti 2015 gjørdu fjølmiðlar kring allan heim nógv burtur úr einum havøki í landsynning úr Grønlandi, sum var óvanliga kalt og fekk eyknevnið: ,,Kalda holið” Hetta varð sett í samband við tann streymin, sum vit vanliga kalla ,,Golfstreymurin”, og onkur norðurlendsk sjónvarpsstøð bar tey tíðindi, at hann var viknaður við stórum árini á okkara veðurlag. Sambandið millum ,,Kalda holið” og ,,Golfstreymin” er tó ikki so einfalt, og alt bendir á, at hesin streymur hevur verið støðugur ta seinastu hálvu øldina. Hesi seinastu tjúgu árini hevur hann flutt meiri varma inn í okkara øki; heldur enn umvent. Enn er tó óvist, um hann fer at halda fram við somu styrki, so hvørt sum veðurlagið broytist.
Original languageFaroese
Pages14-17
Number of pages4
Specialist publicationSjóvarmál
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Publication statusPublished - 2016

Cite this