Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: ein sjálvfylgja ella ein avbjóðing?

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

1 Downloads (Pure)

Abstract

Í almenna rúminum verður ofta ført fram, at vit í Føroyum hava ein fólkaskúla fyri øll, tann sokallaða rúmliga skúlan, sum skal rúma øllum børnum og at vit harvið eisini hava ein inkluderandi skúla. Men hvussu er støðan í veruleikanum? Er tað ein inkluderandi skúli, vit hava – ella er tað ein rúmligur skúli, sum tey seinastu ára tíggjuni er vorðin alsamt minni rúmligur?
Henda greinin setir sjóneykuna á, hvat inklusjón merkir, hví inklusjón hevur týdning og hvussu mann kann menna ein inkluderandi skúla - og hvat tað krevur um vit skulu flyta okkum frá hugtakinum “ein rúmligan skúla” til “ein inkluderandi skúla”, sum bæði má vera orð í kjaki og á pappíri, men sum eisini má vera umsett og íverksett í gerandisdegnum í skúlunum.
Original languageFaroese
Pages12-13
Number of pages2
Volume99
No.13
Specialist publicationSosialurin
PublisherSosialurin
Publication statusPublished - 4 Apr 2025

Keywords

  • Faroe Islands
  • inclusion
  • public school

Cite this