Hvar eru tey, og hvussu eru tey nøgd? Kanning millum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya árini 1999-2009

Dennis Holm

Research output: Working paper

Abstract

Á sumri 2009 heitti Setursskrivstovan á Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning um at gera kanning, sum m.a. skuldi lýsa, hvussu tey, sum hava tikið prógv á Fróðskaparsetrinum tey seinastu 10 árini, eru nøgd, og hvar tey eru endaði eftir loknað útbúgving.

Úrslitið av kanningin verður lýst í hesum arbeiðsriti. Úrslitini siga nakað um tey, sum hava tikið prógv á Fróðskaparsetrinum tey seinastu 10 árini – og ikki nakað um onnur í Føroyum, sum hava nomið hægri útbúgving í Føroyum ella uttanlands.

Tilsamans hava 175 fólk tikið prógv á Setrinum í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1999 til 31. juli 2009. Orsøkin til, at talið av útskrivaðum prógvum ikki er hægri enn 175 prógv hesi 10 árini, er, at deildirnar á Fróðskaparsetrinum ikki taka lesandi inn hvørt ár, umframt at flokkarnir ikki eru so stórir.
Original languageFaroese
Place of PublicationFaroe Islands
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmennning
Number of pages22
Volume23
ISBN (Electronic)978-99918-60-16-9
Publication statusPublished - 2009

Publication series

NameArbeiðsrit / Working paper
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Volume23
ISSN (Print)1601-9423

Keywords

  • Fróðskaparsetur Føroya
  • students
  • universities

Cite this