Projects per year
Abstract
Samandráttur
Hetta er tíggjunda frágreiðingin, sum eg havi skrivað um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í hesi frágreiðingini eru tilsamans 7.511 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2021.
Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 845 harutúrum í 279 hagapørtum kring landið. Í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 2.366 harur, sum er 32% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2021. Helvtin av harunum vórðu skotar í 39 hagapørtum, av hesum vórðu 1.855 harur (25%) skotnar í 14 teimum bestu høgunum í Føroyum.
Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2021 vóru teir, ið skutu í “Frammi í Haga”, eisini nevndur “Presthagin”, í Kvívík. Teir skutu tilsamans 177 harur, sum teir fingu á 10 túrum. Teimum á baki vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Norðaripartur”, eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”, í Sørvági. Teir fingu 157 harur á 9 túrum. Á triðja plássi vóru teir, ið skutu í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir fingu 153 harur á 10 túrum.
Verður hædd tikin fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartinum “Bergið” í Árnafirði. Har fingur teir í miðal 14,0 harur pr byrsu par dag. Á øðrum plássi var “Djúpidalur - Ovari” í Mikladali. Har var miðaltalið 10,5 harur pr byrsu par dag. Á triðja plássi vóru harumenninir í “Svartáhaga - Fyri Uttan” í Saksun við 9,5 harur pr byrsu pr dag
Fyri alt landið vórðu skotnar 3,33 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er meira enn bæði í 2020 og í 2019, á teir skutu ávikavist 3,23 og 3,10 harur pr. byrsu hvønn dagin.
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 3.070 harur, sum er 41% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2021. Í Vágum skutu teir 1.693 harur, í Eysturoynni 1.053 og á Borðoynni 620 harur.
Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2021. Tilsamans skutu vestmenningar 654 harur á 66 túrum. Í Sørvági skutu teir 553 harur og í Sandavági 426 harur.
Fyrsta dag loyvt var at skjóta harur í 2021 var týsdagin 2. november, men vegna vánalig líkindi hendan dagin, fingu teir bara 166 harur tilsamans, sum vórðu skotnar í 15 hagapørtum kring landið.
Á teimum 845 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2021, var veiðan millum 0 og 111 harur hvønn túrin. Vanligast var tó at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 8,58 harur á hvørjum túri í 2021. Hetta er nakað lægri enn 2020, tá miðalveiðan fyri hvønn túrin var 9,41 harur, menn meira enn í 2019, tá miðalveiðan var 7,65 harur á hvørjum túri.
Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2021 var millum 1 og 18. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 274 ferðir (33%) var bert ein maður og skeyt.
Mett verður, at í 2021 skutu umleið 1.000 mans harur í Føroyum. Hetta talið er eitt sindur hægri enn í 2020, tá mett var, at einir 1.200 mans skutu harur. Í 2014 var mett, at tað árið skutu eisini einir 1.200 mans harur í Føroyum.
Á síðu 29 - 32 verður greitt frá, hvussu tú kans gera harusetur í haganum fyri at fjølga um og betra um livilíkindini hjá harunum.
----------------------------------------------------------
Summary (in English)
The Faroese hare hunting season starts on November 2nd and ends on December 31st. This is the tenth yearly census of hare hunts in the Faroe Islands. The first census was conducted in 2012.
The survey is based on data collected through the webpage “haran.fo”, which was created for this purpose. The investigation is based on information from 845 distinct hunting expeditions carried out in 279 outfields covering most of the Faroe Islands.
In the present overview, 7,511 hares are registered as shot in the Faroe Islands in 2021.
On the first hunting day (Friday November 2ad) only 166 hares were shot in 15 fields.
In the top 20 hunting fields, a total of 2,366 hares were shot, corresponding to 32% of the hunted hares. Half of the hares were shot in 39 outfields. Half of these, i.e. 1,855 hares (25%), where shot in 14 of the best outfields.
The most successful hare-hunters in the Faroe Islands in 2021 were those from the outfield
“Frammi í Haga”, belonging to the village Kvívík. In total, they shot 177 hares on 10 trips. In second place were those from “Norðurtriðingur – Norðaripartur”, belonging to the village Sørvágur with a total of 157 hares on 9 trips. In third place were those from “Kvíggjarhamarshaga” in the village Saksun. They shot 153 hares on 10 hunting expeditions.
However, if the hunting statistics are adjusted by the number of trips and shots, then the top-3 list changes. Then the field ‘Bergið’, belonging to the village Árnafjørður was the most successful. In this field the average outcome was 14.0 hares per gun per day. Number two were the hunters from the field “Djúpidalur - Ovari”, belonging to the village Mikladalur. They got 10.5 hares per gun per day. In third place where those from “Svartáhaga - Fyri Uttan”, belonging to the village of Saksun. They shot in average 9.5 hares per gun per day.
Overall, 3.33 hares where shot per gun per day in the Faroe Islands in 2021. This is more than in both 2020 and 2019, when 3.23 and 3.10 hares were shot per gun per day, respectively.
Most of the hares were shot on the island of Streymoy with a total of 3,070, corresponding to 41% of the hunted hares in the Faroe Islands in 2021. On the island Vágar, 1,693 hares were shot, 1.053 on Eysturoy and 620 on the island of Borðoy.
The village Vestmanna on the island Streymoy is, as in the previous years, the place where most hares were shot in 2021. In total, they shot 654 hares on 66 trips.
During the 845 individual hunting trips in 2021, the hunting success ranged from 0 to 111 hares on each trip. The most common success rate was between 1 and 4 hares in a single day. Over the whole season, 8.58 hares were shot on an average trip. This is some smaller than in 2020, when they shot 9.41 hares on average in a day, but more than in in 2019, when the average value was 7.65 hares on average during each trip.
The number of hunters on a trip ranged from 1 to 18. On half of the trips (the median), 2.0 or fewer hunters participated, in 274 cases (33%), the hunter was alone.
Only men hunt hares in the Faroe Islands. It is estimated that approximately 1.000 hunters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2020, corresponding to around 4% of the total male population.

På Færøerne er harejagt er tilladt i perioden 2. november til 31. december. Dette er den tiende rapport, som jeg skriver om den færøske harejagt. Den første rapport udkom I 2012.
I 2021 blev tilsammen 7.511 harer registreret nedlagt på Færøerne. Undersøgelsen er baseret på data, som er indsamlet via hjemmesiden "haran.fo", der er oprettet til formålet. I 2021 blev i alt 845 jagtture registreret fra 279 forskellige jagtområder, der dækker det meste af Færøerne.
I 20 af de bedste jagtområder skød jægerne tilsammen 2.366 harer, svarende til 32 % af alle harerne, som blev nedlagt på Færøerne i 2021.
Halvdelen af alle harerne, som blev skudt på Færøerne i 2021, blev skudt i 39 jagtområder. Af disse blev halvdelen (25%) skudt i 14 af de bedste jagtområderne.
De bedste harejægere på Færøerne i 2021 var dem, som gik på jagt i området “Frammi í Haga”,
som tilhører landsbyen Kvívík. De skød tilsammen 177 harer, som de fik på 10 ture. På andenpladsen var dem fra “Norðurtriðingur – Norðaripartur” i Sørvágur. De skød tilsammen 157 harer, som de fik på 9 ture. Nummer tre var dem fra “Kvíggjarhamarshaga” i landsbyen Saksun. De fik tilsammen 153 harer på 10 jagtture.
Hvis vi i jagtstatistikken også tager højde for antallet af ture og hvor mange jægere, der var med på hver tur, ændres top-3 listen. Så var det jægeren, der gik på jagt i området 'Bergið', tilhørende landsbyen Árnafjørður, med det største udbytte. De skød i gennemsnit 14,0 harer pr gevær pr dag. På anden plads er jægerne i “Djúpidalur - Ovari” í Mikladalur. De skød i gennemsnit 10,5 harer pr gevær pr dag. På tredje pladsen er dem fra området “Svartáhaga - Fyri Uttan”, som tilhører landsbyen Saksun. Deres gennemsnitlige fangst var 9,5 harer pr. gevær per dag.
På hele Færøerne blev der i 2021 i gennemsnit skudt 3,33 harer pr. gevær pr. dag. Dette er lidt mere end både i 2020 og i 2019, hvor den gennemsnitlige fangst var på henholdsvis 3.23 og 3,10 harer pr. gevær pr. dag.
De fleste harer blev skudt på øen Streymoy. I alt nedlagte de 3.070 harer, som svarer til 41 % af alle harerne, som blev skudt på Færøerne i 2021. På øen Vágar blev der skudt 1.693 harer, på Eysturoy 1.053 harer og på øen Borðoy 620 harer.
Bygden Vestmanna på øen Streymoy er, som i de foregående år, også det sted, hvor flest harer blev nedlagt i 2021. I alt blev der skudt 654 harer på 66 ture i Vestmanna.
På grund af dårlige veje, blev der den første jagtdag (tirsdag 2. november) kun skudt 166 harer tilsammen i 15 jagtområder.
På de 845 individuelle jagtture, som blev foretaget i 2021, varierede fangsten fra 0 til 111 harer på hver tur. Den mest almindelige fangst på en enkel jagttur var dog mellem 1 og 4 harer. For hele jagtsæsonen var den gennemsnitlige fangst på 8,58 harer pr. jagttur, hvilket er noget mindre end i 2020, hvor fangsten var 9,41 harer pr. jagttur, men mere end i 2019, hvor gennemsnitfangsten var på 7,65 harer på hver tur.
Antallet af jægere på hver enkel tur varierede fra 1 til 18. På halvdelen af turene var der to eller færre jægere på jagt. På 274 af turene (33 %) var jægeren alene på jagten.
Kun mænd går på harejagt på Færøerne. Det skønnes, at ca. 1.000 jægere deltog i harejagten på Færøerne i 2021, svarende til omkring 4 % af den mandlige befolkning, hvilket er lidt mere end 2020, da 1.200 jægere deltog i harejagten. Tilbage i 2014 deltog også ca. 1.200 jægere i den færøske harejagt.

Translated title of the contribution | Hunting of hare in the Faroe Islands in 2021 and other issues regarding the Faroese hare |
---|---|
Original language | Faroese |
Place of Publication | Tórshavn |
Publisher | Faculty of Science, University of the Faroe Islands |
Number of pages | 57 |
Publication status | Published - 10 Mar 2022 |
Publication series
Name | NVDrit |
---|---|
Publisher | Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya |
No. | 2022:02 |
ISSN (Print) | 1601-9741 |
Keywords
- Hares
- Faroe Islands
- Lepus timidus
Fingerprint
Dive into the research topics of 'Hunting of hare in the Faroe Islands in 2021 and other issues regarding the Faroese hare'. Together they form a unique fingerprint.Projects
- 1 Active