Projects per year
Abstract
SAMANDRÁTTUR
Hetta er onnur royndin, at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Fyrsta royndir var gjørd í 2012.
Í yvirlitinum eru tilsamans 7.756 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2013. Men yvirlitið er tíðan verri ikki fullfíggjað. Eg haldi meg tó hava fingið fatur í teimum flestu og týdningarmestu tølunum. Mett verður tí, at samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2013 hevur verið umleið 8.000 harur.
Siga vit, at helvtin av harustovninum verður skotnin á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin í 2013 umleið 16.000 harur.
Nú var veðrið stak vánaligt í harutíðuni í 2013. Hevði veðrið tíggjað sær betri, høvdu munandi fleiri harur verið skotnar, og harvið hevði metingin av samlaða harustovninum í 2013 eisini verið hægri enn tær 16.000 harurnar, sum eru nevndar omanfyri. Eitt realistiskt tal fyr støddina á Føroyska harustovninum er tí, ar føroyski harustovnurin helst er onkrastaðni millum 20.000 og 25.000 harur.
Raskastir at skóta harur í Føroyum í 2013 vóru teir ‘Úti í Haga á Bjørgum’ í Vestmanna. Teir fingu tilsamans 158 harur á 9 túrum. Teimum á baki komu teir í ‘Norðurtriðingi, Norðara parti’ í Sørvági. Teir fingu eisini 158 harur, men á 10 túrum. Á triðja plássi vóru teir í ‘Dalhaga, Eystan fyri Gjónna’ í Vestmanna. Teir skutu 118 harur, sum teir fingu á 3 túrum.
Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Tá vóru teir á Skarðhamri í Hvannasundi raskastir við í miðal 7,5 harum pr. byrsu pr. dag. Næstir vóru teir ‘Fyri Sunnan’ í Haraldssuni við 7,3 harum pr. byrsu pr. dag og á triðaplássi teir, sum skutu á Eggini í Miðvági við 7,0 harum pr. byrsu pr. dag.
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 3.505 harur, sum er 45% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2013. Í Vágum vórðu skotnar 1.528 harur, í Eysturoynni 925 og á Borðoynni 621 harur.
Vestmanna er tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2013. Tilsamans vórðu skotnar 761 harur í teimum 11 haruhagunum, sum hoyra til bygdina. Í teimum 20 bestu haruhagunum í Føroyum vórðu skotnar tilsaman 2.086 harur, sum er 27% av samlaðu veiðuni í 2013.
Fyrsta leygardag í harutíðini vórðu skotnar tilsaman 2.458 harur í 122 høgum kring landið. Hetta er 32% av samlaðu haruveiðini í 2013 og 13% av túratalinum. Seinasta dag vórðu skotnar tilsamans 373 haru í 62 høgum.
Á teimum 904 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2013 var veiðan millum 0 og 95 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á hvørjum túri. Í miðal vórðu 8,2 harur skotnar á hvørjum túri.
Talið av skjúttum var millum 1 og 21 á hvørjum harutúri í 2013. Helvtin av túrunum vóru 2,0 skjúttar, 266 ferð (29%) var bert ein maður og skeyt.
Mett verður, at í 2013 skutu einir 1.000 ymiskir mans harur í Føroyum.
----------------
1.1. Summary
This is the second census of hares caught in the Faroe Island. The first one was conducted in 2012.
In the present overview, 7.756 hares are registered to be caught in the Faroe Islands in 2013. Unfortunately, the list is not compete but I suppose to have recorded most of the catches, or at least all the most important. Thus, I suggests the total number of hares hunted in the Faroe Islands in 2013 has been around 8.000 animals.
Assuming half of the hare population is being hunted each year, then the total number of hares in the Faroe Islands has been around 16,000 individuals in 2013.
Unfortunately for the hare-hunters, the weather condition was extremely bad in the Faroe Islands during the hunting-season 2013 (2 November - 31December). Better weather conditions had probably improved the yield and thus, the estimated population size would be larger than the 16,000 hares, estimated above. A more realistic size of the Faroese hare population is most likely in the order of 20,000 to 25,000 individuals.
The best hare-hunters in the Faroe Islands in 2013 were those from the fields ‘Úti í Haga á Bjørgum’ belonging to the village Vestmanna. In total, they shot 158 hares on 9 trips. In second place were those from ‘Norðurtriðingi, Norðara parti’ in Sørvági, also getting 158 hares, but on 10 expeditions only. Number three were those from ‘Dalhaga, Eystan fyri Gjónna’ in Vestmanna. They got 118 hares on 3 hunting expeditions.
However, if hunting statistics is adjusted by number of trips and shots, then the top-3 list changes. Those from the field ‘Skarðhamar’, belonging to the village Hvannasund would then be the most successful, in average, shooting 7.5 hares per gun per day. Number two would then be the guy from ‘Fyri Sunnan’ in Haraldssuni, shooting 7.3 hares per gun per day. And number three those from ‘Eggini’ in Miðvági with 7.0 hares per gun per day.
Most of the hares were caught on the islands called Streymoy, in total 3,505 hares, corresponding to 45% of the total number of hare hunted in the Faroe Islands in 2013. On the island ‘Vagar’ they got 1,528 hare, on Eysturoy 925 and on the island Borðoy the got 621 hares in total.
The village Vestmanna on the island Streymoy is the place where most hare were caught in 2013. In total, they shot 761 hares in the 11 outfields belonging to this village. In the 20-best hunting fields in the Faroe Islands 2013, they shot in total 2,086 hare, corresponding to 27% of all hare hunted in 2013.
On the first day in the hunting season (2 November) 2,458 hare were caught totally in 122 fields around the islands. This is 32% of all hares caught in 2013 and 13% of the trips.
On the 904 hunting trips around the islands, the catches ranged from 0 to 95 hare on each trip in 2013. The most common catches were between 1 and 4 hares on a single day. Over the whole season, 8.2 hare were shot in average on each trip,
The number of shooters ranged from 1 to 21 on each trip in 2013. On half of the trips, 2.0 shooter participated in average. In 266 cases (29%), the hunter was alone.
It is assumed that approximately 1,000 different shooters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2013.

Translated title of the contribution | Hunting of hare in the Faroe Islands in 2013 |
---|---|
Original language | Faroese |
Place of Publication | Tórshavn |
Publisher | Faculty of Science, University of the Faroe Islands |
Number of pages | 57 |
Publication status | Published - 2014 |
Publication series
Name | NVD rit |
---|---|
Publisher | Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya |
No. | 2014:02 |
ISSN (Print) | 1601-9741 |
Keywords
- Hares
- Faroe Islands
- Lepus timidus
Fingerprint
Dive into the research topics of 'Hunting of hare in the Faroe Islands in 2013'. Together they form a unique fingerprint.Projects
- 1 Active