Abstract
Hendan kanningin er tann triða um happing í fólkaskúlanum í Føroyum. Endamálið við kanningi er at fáa dagførda vitan um happing í fólkaskúlanum og at kanna, um tiltøkini hesi síðstu árini at minka um happing og økja trivnaðin
í fólkaskúlunum hava munað.
Umframt at seta sjóneykuna á happing og samanbera úrslitini við fyrru kanningarnar, verður eisini spurt um happing á internetinum. Eitt evni, ið er nógv umrøtt, og tí eisini týdningarmikið at kenna vavið av.
Kanningin byggir á kvantitativa háttalagið. Tilsamans 2020 næmingar ella 89,5% av teimum sum ganga í 5., 7. og 9. flokkunum svaraðu spurnablaðnum, ið tey fingu atgongd til á internetinum.
Kanningin fór fram í flokshølunum úti í skúlunum og 1 til 2 álitisfólk vóru inni at tryggja, at alt fór fram sum fyriskrivað av fyrireikarunum
og at umstøðurnar vóru so eins hjá øllum sum til
bar.
Kanningin lýsir fyribrigdið happing við støði í endurskoðaðu fatanini av happing hjá tvørfakliga granskingtoyminum xBus. Hendan fatanin var løgd fram í føroyskum skúlahøpi í 2015 og tey tiltøk, sum eru skipað síðani, byggja á hesa
hugsan.
Tilfarið sum her fyriliggur vísir, at happing í fólkaskúlanum í mun til 2015 er minkað úr 13% niður í 11%. Í 2007 var talið av næmingum, sum verða happaðir, 15%. Sostatt gongur rætta vegin.
Trivnaðurin í fólkaskúlanum er øktur samsvarandi batanum við happing, við 2%. í 2015 vóru tað 82% av næmingunum, sum trivust væl, meðan talið í dag er 84%.
Hóast happing samanlagt er minkað, og trivnaðurin hjá næmingunum er øktur, vísa tølini, at millum ein triðingur og ein helvt av næmingunum uppliva happing á onkran hátt. Í onkrum førum er stórur munur millum gentur og dreingir
og í onkrum føri millum floksstig. Kanningin bendir á, at tað er munur millum stóru og smáu skúlarnar. Tað verður minni happað í stóru skúlunum.
Mesta happing fer fram í fríkorterinum og tað at flenna, kalla, slatra og útihýsa er mest útbreitt. Somuleiðis er happing á internetinum eisini ein trupulleiki og liggur á leið á sama støði sum í okkara grannalondum.
Sum heild vísir kanningin, at tey átøk, ið eru framd til tess at minka um happing, hava munað, kanska serliga tí ljós verður varpað á happing sum fyribrigdi. Tí mæla vit til, at tað áhaldandi og miðvíst verður arbeitt við at fyribyrgja happing
og tryggja øllum næmingum virðiligan og virknan lut í felagsskapinum í fólkaskúlanum.

Original language | Faroese |
---|---|
Place of Publication | [Tórshavn] |
Publisher | Føroya Fróðskaparsetur |
Number of pages | 53 |
ISBN (Electronic) | 978-99918-63-08-5 |
Publication status | Published - 2019 |
Keywords
- bullying
- harassment
- school children