Abstract
Aftan fyri eina stovnsmeting liggur eitt drúgt og umfatandi arbeiði, har reglulig sýni av veiðuni hjá fiskiflotanum er hornasteinurin. Prøvatakarar frá Havstovuni fara tí fleiri ferðir um mánaðin út á virkir og landingarmiðstøðir kring landið at taka hesi sýni. Tey tøl, ið spyrjast burtur úr sýnunum, eru bróðurparturin av talgrundarlagnum, sum verður brúkt í stovnsmetingararbeiðinum.
Original language | Faroese |
---|---|
Pages | 4-13 |
Number of pages | 10 |
Specialist publication | Sjóvarmál |
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
Publication status | Published - 2017 |