Abstract
Tey seinastu árini hevur vaksandi áhugi verið millum manna fyri fiskaríi eftir skeljum í Barentshavinum. Avmarkaðar royndir vóru gjørdar av føroyskum skipum við Svalbard í 1985/86. Enn er ov lítið roynt, til at endalig stovnsmeting kann gerast fyri alt økið. Tó ber til at siga nakað um støddina á teimum avmarkaðu stovnunum, føroysku skipini raktu við, og hvussu nógv fæst úr skelini. Stovnarnir á trimum bankum norðan fyri og í ein landnyrðing úr Bjarnoynni vórðu mettir at vera tilsaman um 35 túsund tons. Útbýtið av vøddum hondreinsaðum úr veiðuni lá millum 4-16 % á hesum leiðum, í meðal 6,7 %. Mælt verður til, at veiðan á nevndu bankum ikki fer upp um 3.500 tons. Av tí at árligi vøksturin hjá hesi skelini er lítil, fer long tíð til at byggja ein stovn upp aftur, um hann verður ovfiskaður.
| Original language | Faroese |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Number of pages | 8 |
| Place of Publication | Tórshavn |
| Volume | 4 |
| Publication status | Published - 1987 |
| Externally published | Yes |
Publication series
| Name | Fiskirannsóknir |
|---|---|
| Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
| Volume | 4 |
UN SDGs
This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)
-
SDG 14 Life Below Water
Cite this
- APA
- Author
- BIBTEX
- Harvard
- Standard
- RIS
- Vancouver