Hækkandi oljuprísir, djúpvatnstrolarar og møguligar avleiðingar fyri Suðuroynna

Bogi Mortensen, Dennis Holm

Research output: Working paper

Abstract

Vit hava seinastu árini sæð, hvussu hækkandi oljuprísir hava ført við sær, at føroyski rækjuflotin kom í stórar trupulleikar, og er talið av rækjuskipum í dag minkað niður í onki samanborið við støðuna fyri nøkrum árum síðani. Hækkingin í oljuprísunum hevur sjálvsagt eisini stóra ávirkan á djúpvatnstrolararnir. – Og við tað, at hesin parturin av fiskiflotanum í stóran mun er avmarkaður til at hava tilknýti til eitt geografiskt øki í landinum, so er tað eisini relevant at gera eina lýsing av týdninginum, djúpvatnstrolararnir hava fyri Suðuroynna. – Og harvið eisini gera eina meting av, hvørjar avleiðingarnar í ringasta føri kunnu verða, um so er, at oljuprísirnir hækkað so nógv, at tað ikki er lønsamt hjá djúpvatns-trolaraflotanum at fara til fiskiskap og flotin verður lagdur.

Hendan frágreiðingin er grundað á hagtøl, roknskapir hjá djúpvatnstrolarunum, eina kanning millum flaka- og fiskavirkini í Suðuroynni, umframt samrøður við
virkisleiðarar á flaka- og fiskavirkjum í Suðuroynni og reiðarar og skiparar á
djúpvatnstrolarum.
Original languageFaroese
Place of PublicationVágur
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmennning
Number of pages33
Volume10
ISBN (Print)99918-60-00-2
Publication statusPublished - 2006

Publication series

NameArbeiðsrit / Working paper
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Volume10

Keywords

  • Suðuroy
  • fishing industry
  • Economics
  • Faroe Islands
  • society

Cite this